Her møtti hann argentinanum, Guillermo Canas, og hesin vann dystin 2-0 við settúrslitunum 7-5, 6-2. Sostatt steðgaði Canas langu sigursrøðini hjá Federer, sum hevði vunnið seinastu 41 dystirnar undan dystinum ímóti Canas. Hetta er harafturat fyrstu ferð í á leið tvey ár, at Federer verður sligin út í fyrstu rundu í nakrari kapping.