Danska meistaraliðið fekk í kvøld sítt fyrsta stig í Champions League samanhangi, tá teir megnaðu at spæla javnleik móti Juventus í Parkini.
Juventus var stórfavorittur undan dystinum, men FC Nordsjælland spældi ein branddyst og fekk fult uppiborið eitt stig. Spælið var tað sama spanskt kenda fótbóltsspælið við stuttum avleveringum og í løtum var ein í iva um tað var Michael Laudrup ella Andreas Laudrup, sum var á vøllinum fyri FC Nordsjælland, so væl sonurin spældi í kvøld.
Mikkel Beckmann legði uppiborið FCN á odda, tá hann við einum Pirlo kendum frísparki sendi eitt fríspark uppum Andrea Pirlo og hinar í Juventus manngarðinum og í mál. Tað var fimm minuttir inn í seinna hálvleik.
Nú legði Juventus trýst á og inn komu Mirko Vucinic og Nicklas Bendtner. Tað var tann fyrri, ið tryggjaði at Juventus fekk eitt stig við heim.
Á Nou Camp í Barcelona var Celtic á vitjan. Teir megnaðu óvæntað at vinna á útivølli móti Spartak Moskova. Georgios Samaras legði gestirnar á odda aftaná eitt korter.
Barcelona hevði tamarhald á dystinum og stutt fyri hálvleik javnar Barcelona, eftir gott uppspæl prikaði Andres Iniesta bóltin í kassan. Í yvirtíðini avgjørdi Jordi Alba dystin til fyrimuns fyri heimaliðið.
Champions League dystir í kvøld:
Bólkur E:
FC Nordsjælland Juventus 1-1
Shakthar Donetsk - Chelsea 2-1
Støðan:
1. Shakthar Donetsk 7
2. Chelsea 4
3. Juventus 3
4. FC Nordsjælland 1
Bólkur F:
BATE Borisov Valencia 0-3
Lille - Bayern Munchen 0-1
Støðan:
1. Valencia 6
2. BATE Borisov 6
3. Bayern Munchen 6
4. Lille 0
Bólkur G:
Spartak Moskova Benfica 2-1
Barcelona Celtic 2-1
Støðan:
1. Barcelona 9
2. Celtic 4
3. Spartak Moskova 3
4. Benfica 1
Bólkur H:
Manchester United Braga 3-2
Galatasaray Cluj 1-1
Støðan:
1. Manchester United 9
2. Cluj 4
3. Braga 3
4. Galatasaray 1