Benfica var helst favorittur undan dystinum, og um miðjan fyrra hálvleik tóku teir eisini leiðsluna við máli, sum veteranurin, Rui Costa, skeyt úr 25 metrum. FCK fótaði sær tó eftir málið, og móti endanum av fyrra hálvleiki javnaðu teir við málið frá Atiba Hutchison. Henda støðan helt sær líka til tríggjar minuttir fyri leiklok, tá Rui Costa aftur royndi seg úti frá. Enn einaferð endaði bólturin í málinum, og so vann Benfica fyrra dystin 2-1.










