SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Todi Jónsson var als ikki á vøllinum, tá FCK sunnudagin styrkti um sína støðu sum topplið í superliguni. Tað gjørdu teir við at vinna 2?1 á Silkeborg, samstundis sum bæði AaB og Brøndby heilkiksaðu á heimavølli.
Hóast vónbrotið í Stokhólmi ímóti Djurgården hóskvøldið, so møttu 15.497 áskoðarar í Parkini. Teir sóu heimaliðið vassa í málmøguleikum, men tey sóu ikki Toda Jónsson. Hann var als ikki á vøllinum.
Í FCK álopinum vóru Peter Møller og Jörgen Pettersson. Tann seinni varð útskiftur við Morten Bisgård. Tá fór Zuma úr høgru og í álopið. Peter Møller hevði fleiri eitt hundrað prosents málmøguleikar, men hann megnaði ikki at skora mál. Tað er ikki heilt rætt, tí fram ímóti dystarenda stútaði hann eftir horna í FCK málið! Tá varð støðan 2?1, men Silkeborg hevði ongan møguleika at javna, tí eingin tíð var eftir.
FCK hevði nógv spæl og nógvar møguleikar, men tað var ikki fyrrenn seinna umfarið var hálvrunnið, at teir fingu hol á. Í sínum 66. dysti fyri FCK skoraði verjuspælarin Bo Svensson fyri fyrstu ferð. Eina løtu seinni økti Zuma sera hegnisliga til 2?0, og so fekk FCK ikki fleiri mál.
Laudrup sperdur
Eftir laka byrjan hevði Brøndby undanfarnu umførini lætt sær á. Hóskvøldið var tað vónbrot, at teir ikki megnaðu meiri enn 1?1 á heimavølli ímóti Sofia, og sunnudagin var talan um eyðmýking.
Ein av lítlubeiggjunum í Keypmannahavnar økinum, Køge, vitjaði stórfelagið. Venjari hjá Køge er Henrik Jensen, sum bæði hevur spælt við og verið hjálparvenjari hjá Brøndby.
Og tað var fyrrverandi Brøndby maðurin, sum fór avstað við øllum stigunum. Køge vann 2?1.
Sjálvandi hevði Brøndby bóltin nógv mesta partin av tíðini, og teir løgdu seg á odda, tá átta minuttir vóru farnir. Toppskjúttin frá í fjør, Peter Madsen, sum tað hevur gingið illa hjá higartil í ár, var málskjútti.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Køge við flottum stútara. Brøndby trýsti, Carsten Holbek í Køge málinum stórspældi, og í yvirtíðini gekk tað, sum tað so ofta áður hevur gjørt í fótbólti. Liðið, sum støðugt hevði verið trýst í botn, skoraði sigursmálið, tá tríggir minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina!
Fyri Brøndby og serliga Michael Laudrup var talan um sanna eyðmýking.
OB, sum hóskvøldið hevði vunnið 1?0 í UEFA Cup, vann sannførandi 3?0 á heimavølli ímóti Viborg, men tað var ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, at teir skoraðu málini. Lagið var gott í Odense, og tað var einki at siga til, tí OB hevði frammanundan tapt tríggjar ferðir á rað í landskappingini.
FCM hevur undanvind. Hóskvøldið spældu teir sum einasta danska liðið seg víðari í annað umfarið í UEFA Cup ? lutur verður í dag drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í øðrum umfari ? og sunnudagin vunnu teir á heimavølli 1?0 ímóti Farum, sum hevur havt blíðan byr. Dysturin varð sagdur at vera sera vánaligur, og heimaliðið fekk ikki sigursmálið fyrrenn í evstu løtu.
Útisigrar
Longu fríggjakvøldið var AGF í Aalborg, og teir úr Århus fóru til hús aftur við 2?1 sigri, eftir at tað í steðginum hevði verið javnt, 1?1. Málini komu í 18. og 20. minutti. Eftir at AGF hevði lagt seg framum í 2. hálvleiki, trýsti heimaliðið, men teir fingu einki burturúr. AaB plagar at roynast væl á heimavølli, men í higartil í hesum kappingarárinum hevur tað ikki hilnast nakað serligt, eitt nú taptu teir fyrr í heyst 3?1 ímóti Farum.
Esbjerg fór úr Gladsaxe við 2?1 sigri, eftir at teir høvdu verið frammanfyri 2?0. Martin Johansen hjá AB er nýggjur í landsliðshópinum hjá Morten Olsen. Tá støðan sunnudagin var 2?0 fekk AB brotsspark, men nýggi landsliðsmaðurin misnýtti.