FCK VITJAN
Tað eru góðir møguleikar fyri, at FCK og Todi Jónsson verða partur av 100 ára føðingardagshaldunum hjá KÍ og HB.
Á aðalfundinum hjá HB mánakvøldið varð hetta nevnt, uttan at tað varð farið í smálutir.
Todi Jónsson, sum framvegis stríðist við at koma fyri seg aftur eftir skaðan, sum hann fekk í heyst, váttar, at hann er millummaður í at fáa sítt felag at spæla í Klaksvík og í Havnini. Men hann undirstrikar samstundis, at alt ikki er komið upp á pláss enn, og at tað er møguleiki fyri, at ætlanin ikki fer at gerast til veruleika:
?Um vit verða meistarar ella enda næstfremst, so rokni eg við, at Føroya ferðin gerst til veruleika. Tað verður meiri trupult, um vit enda á triðja, fjórða ella fimta plássinum. Tá skal FCK taka lut í Toto Cup, og so fer tað neyvan at bera til at koma til Føroya, segði Todi Jónsson fyrrapartin í gjár.
Todi roknaði í gjár við, at meiri nágreiniligar upplýsingar um nær vitjanin møguliga verður fóru at vera tøkar seinni í gjár. Hann segði seg vilja leggja hetta á heimasíðuna todi.fo so skjótt, sum tað var greitt.










