BRØNDBY-FCK
SOSIALURIN-KEYPMANNAHAVN: Eitt eru pengarnir. Mikukvøldið varð her í Keypmannahavn roknað við, at tá ið FCK ella Brøndby sunnudagin verður meistari, so ber hetta hálvt hundrað milliónir við sær í eyka inntøkum. Hóast bæði feløgini eru væl fyri, so eru 50 milliónir eisini pengar. Men fyri viðhaldsfólkini er spurningurin um at vera nummar eitt meiri enn milliónir. Tað snýr seg um heiðurin og umdømið hjá felagnum, og tað snýr seg um, hvør næsta árið skal hyggja niður á hvønn.
»Vi ligger nummer et!« Soleiðis gelti tað fram ímóti dystarenda av Faxe tribununi, har tey mest víðgongdu Brøndby viðhaldsfólkini høvdu gjørt um seg, síðani tveir tímar undan dystarbyrjan. Kanska var tað sangur ? sera falskur sangur ? ella heldur var tað róp. Síðstu løtuna var tað í ovfarakæti. Kendu fyrrverandu Brøndby viðhaldsfólkini aftanfyri okkum á pressuplássunum tóktust eisini hava tað fínt, nú dysturin tóktist skula enda málleysur. Evnaríki unglingamálverjin Casper og pápi hansara Peter Schmeichel hugnaðu sær saman við Søren Colding og smíltust um alt fimm oyra. Fríðrikur krúnprinsur sat eitt sindur aftari og var óalmennur, um tað ber til hjá einum ungum manni í hansara støðu ikki at vera ein almennur persónur. Ivaleyst helt hann við felagnum úr kjarnuni í kongens København. Men hann dugdi væl at halda sær í teymunum.
Og so var tað, at alt vendist á høvdið. Hjalte Nørregaard var á rætta plássinum og setti fótin undir flata innleggið frá Ole Tobiasen. Báðir vóru teir komnir á vøllin, tá ið eyka guva skuldi setast undir FCK ketulin fyri at fáa málið, sum var munurin millum dag og nátt. Netmeskarnir aftanfyri Brøndby málverjan spílaðust út. Á Faxe tribununi aftanfyri rann fjøldin í stein, Schmeichel hevði hug at leita eftir handklæðnum, sum hann plagar at taka upp fyri andlitið, tá ið tað ikki hevur gingið soleiðis, sum hann hevði ætlað tað, og í hinum endanum rungaðu rópini frá hvítklæddu FCK áskoðarunum Vi ligger nummer et!!, og tá ið tað var vorðið keðiligt, yrktu teir Hvad nummar ligger I??
FCK áskoðararnir vóru ikki so heilt nógvir. FCK stóð í boði at selja 4.500 atgongumerkir, men teir sendu trý túsund út aftur í Brøndby. Áskoðararnir hjá teimum hvítu halda so lítið um teir gulu og bláu, at bara fimtan hundrað hirdu at fara út í Brøndby. Heldur valdu 6.000 FCK áskoðarar at møta upp í Parkini, har teir mikukvøldið vístu stórdystin í Brøndby á stórskíggja.
Kráka líkst best á unga sín
Á pressuplássunum var lagið eisini upp og niður. Svensku tíðindamenninir frá Expressen og øðrum bløðum og útvarpsstøðum tótkust halda við Brøndby og Mattias Jonsson, sum lítla løtu undan einasta málinum hevði havt risa møguleika at skora og harvið tryggja Brøndby meistaraheitið. Men tá ið teir nú mistu søguna um, at teirra landsmaður hevði gjørt Brøndby til meistarar, so fingu teir eina aðra. Hon var, at Mattias var orsøkin til, at Brøndby ikki vann DM!
Norsku tíðindamenninir fylgdu serliga Mykland. Bæði umboð fyri skrivaðu pressuna og fyri TV2 Norge. Mykland stríddist væl í verjupartinum, meðan hann hevði tað eitt sindur torførari í framrættaða spælinum. Søgan hjá teimum mundi venda tann vegin, at tað var avloysarin hjá Mykland, Ole Tobiasen, sum hevði lagt innfyri, tá ið FCK fekk sigursmálið.
Undir liðini á umboðunum fyri Sosialin og Dimmalætting sat ein ungverji. Hann býr í Keypmannahavn og arbeiðir hjá Københavns Boldspil Union. Mikukvøldið vóru ørindini hjá honum fyri ungverskt blað at fylgja við í, hvussu tað gekst Raboczki í FCK málinum. FCK málverjin hevði lítið og einki at gera.
Sama støða sum hjá Toda
Ein minutt og fjøruti sekund eftir dystarenda flokkaðist pressan um Hjalte Bo Nørregaard. Fyri Toda Jónsson, Peter Møller, Zuma og nógvum av hinum hvítklæddu monnunum var áhugin hesa ferð ikki so stórur. Gloypibitin var maðurin, sum hevði verið ígjøgnum so ógvuliga nógv, áðrenn hann í góðveðrinum gjørdist tann stóri prinsurin.
Í vár hevur støðan hjá Hjalte Bo Nørregaard verið tann sama, sum hon hevur verið hjá Toda Jónsson. Nørregaard, sum er sonur fyrrverandi KB miðvallaran Klaus Nørregaard, vildi ikki skriva undir sáttmálauppskotið, sum Niels-Christian Holmstrøm legði fyri hann í vetur. So varð hann settur út í kuldan, men hann hevur strítt seg aftur í hitan, og tá ið Todi Jónsson og FCK síðsta fríggjadag skrivaðu undir nýggjan sáttmála, gjørdu Hjalte Nørregaard og FCK tað eisini.
Hjalte byrjaði á beinkinum mikukvøldið. Hann ætlaðist ikki at hava serligan leiklut. Man tá ið tað ikki gekk, sum FCK hevði ætlað, varð 21 ára gamli maðurin settur á miðvøllin í høgru. Morten Bisgaard, sum í 1. hálvleiki hevði fluktað omanfyri Brøndby málið, hevði ikki fingið so nógv burturúr. Veikleikin í Brøndby verjuni tóktist vera í vinstru, har Kim Daugaard ikki var á plássi, sum hann áður hevur roynt seg so nógv í áður.
Uppspælið kom júst úr høgru. Men tá var Hjalte Bo Nørregaar inni undir málinum. Vongverjin Ole Tobiasen, sum áður hevur spælt í Ajax Amsterdam, men sum hevur verið illa plágaður av krossbandskaðum, var í høgru, legði innfyri, og so var Hjalte har.
- Eg eri so glaður, var tað, sum hann - á sama hátt sum gamli Bør Børson segði í taluni, tá ið junior var giftur! ? fekk burturúr sær, og tað smurdu bløðini við breiðum pensli á ítróttarsíðurnar!
Tilvildin
Hans Backe, FCK venjarin, tóktist næstan at missa tamarhaldið á sær sjálvum í ovfarakæti, tá ið Hjalte Bo Nørregaard hevði skorað. Men tað var skjótt, at hann aftur var fattur, sum hann plagar, tá ið pressan flokkaðist um hann:
- Tilvildin avgjørdi, staðfesti hann, og útvarp, sjónvarp og bløð bóru boðini víðari. Michael Laudrup hevði kent deymin av gullinum, og tí sigur tað seg sjálvt, at hann og allir hinir í Brøndby leguni vóru vónbrotnir. Men hann var eisini fattur:
- Nú mugu tit geva okkum loyvi at vera vónbrotnar. Eg rokni við, at tit allir skilja okkum, var viðmerkingin hjá besta danska fótbóltsspælaranum nakrantíð.