EUROPA CUP
Tað royndist ikki so væl hjá FCK í UEFA Cup hóskvøldið, sum teir høvdu vónað og kanska eisini roknað við. Dysturin ímóti svenska høvuðsstaðarfelagnum, Djurgården, endaði málleysur. Harvið skal FCK skora mál um fjúrtan dagar, tá tað fer at verða spælt á Råsunda.
FCK hevði tríggjar ikki so lítlar møguleikar hóskvøldið. Nógv tann besta átti Zuma, tá hann úr fýra metrum royndi at fá returbóltin í opna málið, eftir at miðvallarin Thomas Røll hevði sent í tvørtræið. Málverjin lá flatur, men á ein ella annan hátt evnaði Zuma at senda omanfyri málið.
Zuma hevði í 2. hálvleiki ein stútara, sum eftir innlegg úr vinstru skuldi havt endað í málinum. Men bólturin støkk í jørðina og so uppum. Og so hevði Todi Jónsson, sum var við frá fyrsta bríksli og spældi ein stóran tíma, tveir møguleikar. Seint í 1. hálvleiki var hann akkurát ov aftarlaga, tá innlegg úr vinstru kom tætt framvið stólpanum, og í 2. hálvleiki hevði hann eitt rimmar langskot úr fimtan metrum, men svenski málverjin bjargaði.
Svenski FCK venjarin, Hans Backe, segði seg vera væl nøgdan við 0?0, og hann roknaði tað framvegis at vera rættuliga sannlíkt, at FCK um fjúrtan dagar fóru at verða samantaldi vinnarin. Serliga fegnaðist venjarin um, at tað enn eina ferð eydnaðist at halda tætt í verjuni.
18.152 áskoðarar hugdu at í Parkini. Ein partur av teimum vóru sviar. Tað spældi bara væl av, men sekstan áskoðarar endaðu í brummuni.
Spældu væl
Svensku gestirnir vóru ikki komnir til Keypmannahavnar at standa fyri undirhaldinum. Men teir tóktust kortini væl upplagdir. Teir vóru sera stinnir í snarálopunum, og FCK menninir vóru hepnir, tá 20 ára gamli Kim Källström úr stórari fjarstøðu sendi bóltin í tvørtræið og so útaftur.
Umframt FCK vóru trý onnur donsk lið hóskvøldið við í Europa Cup kappingunum. FCM vann 1?0 á heimavølli ímóti Varteks úr Kroatia. OB tapti 2?0 á útivølli ímóti Celta Vigo úr Spania. Og so var tað mett at vera ein meiri enn hálv skandala, at Brøndby tapti 4?1 á útivølli ímóti Levski Sofia. Teir vóru rættuliga ørkimlaðir, og í síðstu løtu fekk landsliðsáleyparin, Peter Madsen, reyða kortið fyri at stúta ein av mótstøðumonnunum.










