Tá ein góður fjórðingur var farin av Premier League spáddi Sosialurin saman við fleiri øðrum miðlum, at Chelsea fór at vinna Premier League. Tað var ongin slingur í valsinum, tá Chelsea ferð aftaná ferð við góðum spæli trumlaði alla mótstøðu umkoll. Tað hevur leingi verið kent, at Chelsea eigarin, Roman Abramovich, hevur serliga gott eyga á Champions League steypinum.
FCK gjørdi um sama mundi klárt at herja á í Champions League. Onki danskt lið hevði nakrantíð vunnið seg víðari úr bólkaspælinum og mótsøðuliðini vóru Barcelona, Panathinaikos og Ruben Kazan. Ein møtumikil uppgáva.
Chelsea niðurtúrurin byrjar
Tíðliga í novembur tapur Chelsea á Anfield móti Liverpool og eina viku seinni vinnur Sunderland heili 3-0 á Stamford Bridge. Skjótt gerst greitt, at okkurt er gali í London liðnum. Ikki fyrr enn 29. desembur vinnur Chelsea aftur í Premier League. Roman Abramovich sær at okkurt má gerast og keypur Fernando Torres og David Luiz fyri áleið 700 milliónir tilsamans í januar. Men síðani keypini hevur Chelsea ikki vunnið og mátti lúta í FA Cup á heimavølli móti Everton í vikuskiftinum. Enskir miðlar halda, at vinnur Chelsea ikki á FCK, so er Carlo Ancelotti arbeiðsleysur.
FCK ger um seg
Umvegis sigrar á BATE Borisov og norska Rosenborg, kom FCK í bólkaspæli í Champions League. Tað var torført at ímynda sær, at FCK skuldi koma víðari úr bólkinum, men í fyrsta dystinum vinnur FCK 1-0 á russisku meistarunum, Rubin Kazan. Næsti dysturin í bólkaspælinum gevur tekin um, at FCK væl kann koma víðari. Teir vinna 2-0 á útivølli móti Panathinaikos. FCK eru óhepnir at tapa 2-0 á Nou Camp móti Barcelona, meðan retur dysturin í Parkini endar við flottum javnleiki. Eftir tap í Russlandi vinnur FCK í Parkini móti Panathinaikos og tryggjaði sær víðari luttøku í Champions League og viðring frá fótbóltsevropa. FCK liggur eisini langt fremst í heimligu kappingini.
Brakið í Parkini
Týskvøldið verður fyrri dysturin millum liðið í Parkini. Danska kappingin hevur ligið still síðani desembur og FCK er tí ikki í somu dystarvenjing sum Chelsea. Spurningurin er nú um tað er ein fyrimunur ella ein vansi. Meðan Chelsea síðani jólamánaðin hevur spælt nógvar harðar og slítandi dystir, so hevur FCK bara havt ein dyst at hugsa um. Tað eru ymiskar meiningar um tað, men Shakthar Doneskt prógvaði, at dystarvenjingin ikki er avgerandi fyri úrslitið. Teir hava eins og FCK ikki spælt síðani desembur, men teir megnaðu at vinna á AS Roma á útivølli og hava eina 3-2 leiðslu undan retur dystinum á heimavølli.
Søgan talar fyri Chelsea
Meðan FCK viðhaldsfólk royna at spegla sær í Shakthar Doneskt, so nýtist Chelsea bara at opna søgubøkurnar fyri at finna góð ráð. Í 1999 hittust somu liðini í táverandi kappingini fyri steypavinnarar, Cup Winners Cup. Millum FCK leikararnar var okkara egni Todi Jónsson. Tá var eitt mál frá Brian Laudrup munurin á liðnum. Brian Laudrup skifti stutt eftir dystin frá Chelsea til júst FCK. Ein annar leikari, ið hevur umboðað bæði liðini, er Jesper Grønkjær, sum spælur við FCK. Hann spældi í Chelsea í tíðini tá Roman Abramovich keypti London felagið.. Søgan sigur, at hevði Jesper Grønkjær ikki skorað móti Liverpool í seinasta dystinum í 2002/2003 kappingarárinum og tryggja Chelsea luttøku í Champions League, so hevði Roman Abramovich ongantíð keypt Chelsea. So er spurningurin um sami Jesper Grønkjær nú skal seta kýlar í Champions League vónirnar hjá Chelsea og Roman Abramovich?