FC Keypmannahavn hevur fingið eina bót frá Royal League fyri at hava brúkt ein ólógligan spælara í dystinum ímóti Brøndby tann 9. februar. Ein av spælarunum á liðnum hjá FCK var Atiba Hutchinson, men hansara spæliloyvi var ikki klárt, tá ið dysturin varð spældur. Disiplinernevndin fyri Royal League hevur tí gjørt av, at FCK skal hava eina bót á 50.000 krónur. Feløgini, sum eru partur av málinum, hava nú møguleika at kæra hesa avgerð.