FCK ein afturat úr Suðurafrika

Fótbóltsskúlin, sum felagið hjá Toda Jónsson hevur í Suðurafrika, hevur klækt fyrsta spælaran til donsku superliguna, og FCK vónar at fáa nógvar pengar burturúr

ÚTISETAFELAG

Í fleiri europeiskum fótbóltsfeløgum er tað ein partur av rakstrarinntøkunum, at teir keypa fremmandar spælarar bíliga í vónini um, at tað skal eydnast at selja onkrar teirra víðari við vinningi.
Tá B68 í fjør spældi Intertoto Cup ímóti belgiska Lokeren hoyrdu toftamenn um hetta. Lokeren hevur ein miðvísan politikk á hesum økinum. Teir eiga fleiri afrikansk feløg. Tað er lætt at fáa spælarar til hesi feløgini, tí lønirnar eru hægri, enn tær eru í hinum feløgunum. Hetta hevur við sær, at tað ber væl til hjá Lokeren at halda eyguni við, um spælarar við serligum fótbóltsgávum koma í feløgini. Tá ein sovorðin støða tekur seg upp, so eru teir í Lokeren skjótir at fáa spælaran til Belgia. Har eru fleiri av hesum slagnum við til at hjálpa Lokeren, sum í løtuni er á fimta plássi í landskappingini. Og Lokeren selur so onkrar víðari til onnur europeisk feløg.

Pengamaskinan
FCK hevur nógv jørn í eldinum. Eitt av hesum er fótbóltsskúlin í Port Elizabeth í Suðurafrika, sum teir hava havt í eini tvey ár. FCK rekur skúlan, tí teir vóna at finna fram til góðar fótbóltsspælarar, sum kunnu nýtast á liðnum í superliguni, og sum kanska kunnu seljast víðari, tá teir hava verið í Keypmannahavn eitt skifti. Harvið vónar FCK at fáa vinning burturúr. At tað í Suðurafrika eru evnaríkir spælarar, sum standa seg væl í europeiskum feløgum eru tað fleiri dømi um. Eitt av hesum er Zuma, sum spælir í FCK álopinum saman við Toda Jónsson.
Nú hevur FCK fingið fyrsta næmingin úr fótbóltsskúlanum í Port Elizabeth og til Keypmannahavnar. Hann eitur Elrio van Heerden. Hann er átjan ára gamal, og hann er ikki stórur ? 168 cm. Men talan skal vera um eitt avbera stórt talent, sum tað verður roknað við skjótt kann vera við í kappingini um framrættaða miðvallarplássið á besta FCK liðnum ? har eru annars nógvir um boðið.
Ungi maðurin sigur seg vera so ovfarnan, at hann ivast í, um hann droynir ella ikki. Hann sigur seg altíð hava sæð serliga nógv í Zuma, og nú skal hann venja saman við og ivaleyst eisini spæla á liði saman við landsmanninum. Í hvussu so er inntil HM endaspælið hevur verið. Tá rokna teir við, at Zuma verður seldur, og FCK fer at fáa pengar ? nógvar pengar ? í kassan. Og tað vóna teir eisini ? um eini tvey ár ? at fáa fyri nýggja mannin, Elrio van Heerden.