Tað tykist sum, at FC Suðuroy hevur fingið um endan aftur í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.
FC Suðuroy vann 2-1 á heimavølli móti B68 leygardagin, eftir at heimaliðið var greitt omaná í seinna hálvleiki.
Palli Augustinussen legði beinanvegin FC Suðuroy á odda, og í seinna hálvleiki økti Dan Djurhuus um leiðsluna, eftir at Jón Krosslá Poulsen hevði lægt væl inn fyri úr vinstru.
Pól Jóhannus Justinussen minkaði um munin til 2-1 stutt undan leikloki, men heimaliðið helt tørn.