Í seinastuni hevur nógv kjak verður um felagsliðið FC Suðuroy aftur skal skifta navn til VB/Sumba, ella kanska VB.
Tað er serliga inni á einum FC Suðuroy kjakbólki á Facebook, at fólk hava reist spurningin. Helst er tað ringa gongdin í ár, sum hevur fingið fólk at leita aftur á gamlar gøtur. Upprunaliga ætlanin var , at FC Suðuroy eisini skuldi fevna um TB, men aldursforsetin vil ikki leggja saman.
Formaðurin í felagnum, Julius Vest Joensen, hevur tó onga meining um málið.
- Eg eri valdur sum formaður í FC Suðuroy og tað haldi eg meg til, sigur Julius Vest Joensen, sum er farin í holt at fyrireika komandi kappingarár.
Hann vísur somuleiðis á, at um málið kemur fram á aðalfundinum, so verður tað tikið upp sum øll onnur mál og atkvøðast skal við givnum fortreytum.
FC Suðuroy hevur havt eitt sera vánaligt kappingarár og liggur aftast við bara níggju stigum, Tað er tólv stig færri enn nummar níggju og felagið skal spæla í næstbestu deildini komandi ár.