FC Midtjylland tók ikki av

Sonni Ragnar Nattestad var á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá FC Midtjylland í kvøld tapti týðandi oddadystin móti Brøndby.

FC Midtjylland hevði í kvøld møguleika til at yvirtaka fyrsta plássið í fremstu donsku deildini, um liðið kundi vinna torføra útidystin móti Brøndby. Tað eydnaðist tó ikki fyri FC Midtjylland, ið tapti dystin 3-1.

 

Føroyski landsliðsleikarin Sonni Ragnar Nattestad var á vøllinum allar 90 minuttirnar fyri FC Midtjylland.

 

Sonni Ragnar og restina av liðfeløgunum úr FC Midtjyllandi fingu eina heldur keðiliga byrjan uppá dystin, tí longu eftir 32 minuttum var støðan 3-0 til Brøndby. Tað var til at fáa eyga á, at FC Midtjylland spældi við einari heilt nýggjari verju.

 

Sum dysturin leið, eydnaðist tað tó FC Midtjylland at spæla seg eitt vet upp. Sonni Ragnar Nattestad spældi seg eisini væl upp sum dysturin leið, hóast eina heldur laka byrjan í dystinum.

 

Tað eydnaðist FC Midtjylland at minka um munin stutt áðrenn hálvleik, tá Sylvester Igboun var síðstur á einum innleggi.

 

Tað var tó ikki nokk, tí Brøndby hevði gott tamarhald á dystinum í øðrum hálvleiki.

 

FC Midtjylland er aftaná dystin í kvøld á øðrum plássið í fremstu donsku deildini. Oddalið í deildini er AaB, ið hevur føroyska landsliðsleikarin Gilla Sørensen í hópinum.

 

Tað resta 2 umfør í fremstu donsku deildini.