FC Hoyvík rennur aftaná

Heimaliðið legði bragdliga fyri og hevði fult tamarhald á dystinum undan hvíldini. Tummas Hans Rubeksen, Sigurð Carlsson, Heini í Skorini og Jóhan V. Gunnarsson vóru á blettinum fyri FC Hoyvík, og lunnar vóru lagdar undir stórsigur. Men støðan broyttist í seinna hálvleiki.

MB skoraði tvær ferðir, men hóttu ongantíð leiðsluna hjá heimaliðnum. Eisini hóast, at Jón Brekku, leikandi venjari hjá hoyvíkingum, varð útvístur.

FC Hoyvík rennur framvegis aftaná oddaliðunum, meðan MB líkist meira og meira einum niðurflytara.

 

FC Hoyvík ? MB 4-2 (4-0)

1-0: Tummas Hans Rubeksen

2-0: Sigurð Carlsson

3-0: Heini í Skorini, brotsspark

4-0: Jóhan V. Gunnarsson

4-1:

4-2: Jack Johansen, brotsspark