Tað var málveitsla í góðveðrinum í kvøld, tá ið FC Hoyvík á vøllinum við skúlan á Løgmannabreyt hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.
Støðutalvan segði, at NSÍ var næstovast við 13 stigum, og at FC Hoyvík var næstniðast við fýra stigum.
Úrslitið í kvøld var 4-4, eftir at heimaliðið í fyrra hálvleiki var frammanfyri 3-2.
Leygardagin misti FC Hoyvík eitt stig, tá ið B71 í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði sigursmálið til 2-1.
NSÍ hevði fleiri spælarar á liðnum, sum eru í besta hópinum – Jann Martin Mortensen, Steffan Løkin, Pætur T. Skipanes.
FC Hoyvík var tríggjar ferðir á odda, áðrenn Pætur Skipanes miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði til 4-4, sum varð úrslitið.
Hugin Ferber og Tór av Skarði skoraði tvey mál í part fyri FC Hoyvík. Smáir tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Hugin Ferber setti hol á, og ein lítil hálvur tími var farin, tá ið Jann Martin Mortensen javnaåi til 1-1.
Ein minutt seinni – tá ið hálvur tími var farin – legði Tór av Skarði heimaliðið framum aftur, og sjey minuttir undan steðginum økti Hugin Ferber til 3-1.
So svaraði NSÍ tvær ferðir aftur og javnaði harvið til 3-3. Jógvan Højgaard minkaði um munin tríggjar minuttir undan steðginum, og seks minuttir eftir steðgin javnaði Jann Martin Mortensen til 3-3, tá ið hann var fyrstur á returbóltinum, eftir at FC Hoyvík málverjin Petur Meinhard Magnussen hevði hálvbjargað, tá ið Jann Martin Mortensen royndi seg við brotssparki.
Tór av Skarði legði í 62. minutti FC Hoyvík fram um 4-3, men tveir minuttir seinni var tað, at NSÍ javnaði til 4-4.
NSÍ er næstfremst við 14 stigum, og FC Hoyvík er næstaftast við fimm stigum.
Í áttanda umfari fær NSÍ týskvøldið vitjan av B71, meðan FC Hoyvík skal spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.