Við máli beint fyri dystarenda, megnaði FC Hoyvík at vinna botndystin móti 07 Vestur í 1.deild hjá monnum í dag. 07 Vestur var bara nakrar fáar minuttir frá at fáa fyrsta stigið í hesum kappingarárinum, men so stútaði Jón Brekkur eitt hornaspark í mál.
Hvørki FC Hoyvík ella teir næstbestu hjá 07 Vestur hava havt eitt gott kappingarár higartil. Hóast bara tvey pláss skilja liðini, so vóru heili trettan stig á munin undan dystinum. Tí var FC Hoyvík favorittur.
Tað byrjaði eisini væl hjá FC Hoyvík, tá Tony Rasmussen sendi eitt innlegg frá Sunleifi Jacobsen í málið umvegis tvørstongina. Stutt fyri hálvleik javnaði 07 Vestur, tá málmaðurin hjá FC Hoyvík var óansin og misti bóltin fyri føturnar á 07 Vestur framherja.
FC Hoyvík var við yvirlutan tað mesta av dystinum, men tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at tað eydnaðist FC Hoyvík liðskiparinum, Jón Brekku, at stúta eitt hornaspark í mál. Sigurin merkir, at FC Hoyvík í løtuni hevur leitað sær fýra stig vekk frá niðurflytingarstrikuni, men hevur spælt ein dyst fleiri enn Víkingur, sum liggur undir strikuni.
1.deild menn:
Fríggjadagin 24/6:
TB Skála 17:30 (Lars Muller)
Leygardagin 25/6:
AB HB 17:00 (Dia Lamhauge)
Víkingur NSÍ 19:15 (Bent Tommy Linklett)