FC Hoyvík aftur á beint

FC Hoyvík vann seg seinnapartin eitt fet nærri oddanum, tá liðið fekk fult á heimavølli móti B68. Hóast heimaliðið var á odda við tveimum tíðliga í fyrra hálvleiki, varð sigurin ikki staðfestur fyrr enn í seinastu minuttunum.

Jørgin Meitilberg og Mortan Joensen vóru á blettinum fyri FC Hoyvík, men Bogi Gregersen syrgdi við tveimum málum fyri, at tað leingi var líkt til, at næstbesta liðið hjá B68 fór at fáa stig. Men tá tríggir minuttir restaðu í av dystinum fingu hoyvíkingarnir sigursmálið. Málskjútti var Uni Holm Johannesen.

 

FC Hoyvík ? B68 3-2 (2-1)

1-0: Jørgen Meitilberg

2-0: Mortan Joensen

2-1: Bogi Gregersen

2-2: Bogi Gregersen

3-2: Uni Holm Johannesen