FC Barcelona hevur annað árið á rað fingið tilgongd av einum áleyapara, tí felagið er í neyð. Í fjør var navnið Kevin-Prince Boateng, sum bleiv leigaður úr italska Sassuolo. Í dag hevur felagið keypt danska landsliðsspælaran, Martin Braithwaite, fyri 135 milliónir krónur.
FC Barcelona hevur fingið undantaksloyvi at keypa ein áleypara, tí Osumane Dembélé og Luis Suarez hava báðir verið undir skurð og verða ikki tøkir aftur fyribils. Spanska reglugerðin sigur, at felagið kann keypa ein áleypara frá einum sponskum liði, um tað er prógvað at felagið ikki hevur ein skikkaðan avloysara fyri ein spælara, sum langtíðarskaddur.
Katalanska stórfelagið royndi í vetur at keypa millum annað spanska landsliðsáleyparan, Rodrigo Moreno, frá Valencia. Tað eydnaðist ikki at fáa nakran spælara inn, meðan framrættaðir spælarar sum Carles Pérez (AS Roma) og Carles Aleñá (Real Betis) eru farnir úr felagnum.
FC Barcelona hevur rindað 135 milliónir krónur fyri danska framherjan, sum eisini kann spæla á vonginum. Fleiri viðmerkjarar og tíðindafólk halda at tað er ein avbjóðing, at FC Barcelona fær undantaksloyvi, tá Leganes ikki hevur møguleiki at keypa sær ein avloysara fyri Martin Braithwaite.
##med2##
Leganes, sum stríðist fyri at bjarga sær lívinum í La Liga, vildi als ikki samráðast við FC Barcelona um áleyparan. Í vetur seldi felagið annan áleypara til Sevilla og tí hvílur nógv á danska framherjanum, sum nú er vekk. Tað stóð í sáttmálanum hjá Martin Braithwaite, at hann kann seljast fyri 135 milliónir krónur. Ein átekning, sum FC Barcelona hevur útloyst.
Nógv at liva upp til
Martin Braithwaite skal nú lyfta arvin eftir Osumane Dembélé og Luis Suarez í álopinum hjá FC Barcelona. Hann er fyrsti danskarin í katalanska felagnum síðani Michael Laudrup í 1994. Tá vóru eisini Thomas Christansen og Ronnie Ekelund í felagnum. Undan teimum hevur millum annað fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, eisini spælt við FC Barcelona.
##med3##
Hóast FC Barcelona hevur vunnið seinastu tveir dystirnar í La Liga, so eru krepputekin í felagnum. Eitt nú er eitt venjaraskifti júst farið fram. Komandi dysturin hjá FC Barcelona er móti Eibar á heimavølli leygardagin.