FC Barcelona er heimsins virðismiklasta felag

Broytingar gera Barcelona til heimsins virðismiklasta felag

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er FC Barcelona mett sum heimsins virðismiklasta fótbóltsfelag. Katalanska stórfelagið hevur yvirtikið handilsliga partin av felagnum, og tað hevur gjørt mun.

FC Barcelona yvirhálar Real Madrid í metingini hjá Deloitte, sum samanber fíggjarstøðuna hjá feløgunum. FC Barcelona hevur yvirtikið tann partin av felagnum sum selur troyggir og aðar lutir við búmerkinum hjá felagnum.

Les meiri um metingina hjá Deloitte HER

Næstir teimum koma Real Madrid, Manchester United, Bayern Munchen og Paris Saint-Germain. Premier League eigur átta feløg í top 20. Hetta kemst millum annað av sjónvarpsrættindunum til Premier League, sum eru verd væl meiri enn í hinum stóru londunum.

Topp 10:

1.     FC Barcelona 6,3 milliardir krónur

2.     Real Madrid 5,7 milliardir krónur

3.     Manchester United 5,3 milliardir krónur

4.     Bayern Munchen 4,9 milliardir krónur

5.     Paris Saint-Germain 4,8 milliardir krónur

6.     Manchester City 4,6 milliardir krónur

7.     Liverpool 4,5 milliardir krónur

8.     Tottenham 4,0 milliardir krónur

9.     Chelsea 3,8 milliardir krónur

10.  Juventus 3,4 milliardir krónur