FC Amager tekur skap

Við undirskriftini av sáttmálanum gerst FC Amager nevnliga veruleiki sum samanlegging. Í fleiri ár hevur verið tosað um eina samanlegging av feløgunum, og umframt Kastrup hava eisini Klævermarken og Amager FF verið í ítøkiligum samráðingum um samanlegging.

- Hvussu verður við teimum báðum feløgunum ? og møguliga øðrum við ? fái eg ikki sagt í løtuni. Tað er ein spurningur, sum í fyrsta lagi nevndirnar og í øðrum lagi aðalfundurin hjá feløgunum skulu taka støðu til. Men nú er so greitt, at FC Amager er veruleiki. Og sjálvandi er vónin, at samanleggingin í framtíðini gerst enn breiðari og størri, sigur Todi Jónsson, sum er bæði nevndarformaður og virkandi stjóri í Fremad Amager.

Fremad Amager og Kastrup Boldklub eru tey bæði størstu feløgini í Amager, og tí er einki at ivast í, at júst Kastrup hevur vigað sera nógv í tosinum um samanlegging.