Ein nýggj frágreiðing, sum amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur skrivað, og sum ABC News hevur fingið fatur á, ávarar amerikanarar um, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda hevur møguliga lagt ætlanir um at søkja at stórhandlum í San Fransisco og Chicago beint upp undir jól, tá nógv fólk er handlunum.
FBI minnir amerikanararnar á, at al-Qaeda hevur sett sær sum mál at oyðileggja amerikanska búskapin, men talsmaðurin hjá FBI, Richard Kollo, roynir samstundis at siss aamerikanararnar við at siga, at FBI hevur ongar ábendingar um, at hóttanin er verulig.
Richard Kollo sigur, at longu í september fekk samveldisløgreglan frænir av, at eitt ella annað kanska var á vás. Ætlanin var kortini ikki at kunna almenningin um tað, og tí var frágreiðingin, sum ABS News hevur fingið fatur á, ætlað til innanhýsis brúk í FBI, sigur talsmaðurin. Hann heldur tó ikki, at tað gera nakað, um almenningurin verður ávaraður.
-Aftan á 11. september er okkara fremsta mál at siga øðrum frá tí, sum vit vita, sigur Richard Kollo.