FBI avdúkað ætlan um yvirgang

Amerikanska løgmálaráðið sigur í kvøld, at samveldisløgreglan FBI hevur avdúkað eina ætlan um yvirgangsatsóknir at undirgrundarbreytini í høvuðsstaðnum Washington og har um vegir næsta ár.

Í hesum sambandi hevur løgreglan tikið tann 34 ára gamla Farooque Ahmed, sum er ættaður úr Pakistan. Sambært løgmálaráðnum hevði hann lagt ætlaninar saman við øðrum, sum eftir øllum at døma hava tilknýti til al-Qaeda.

Løgreglan hevur skuldsett Farooque Ahmed fyri at hava gjørt fleiri tekningar av Arlington-kirkjugarðinum og fleiri øðrum støðum í Washington-umráðnum. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava kunnað onnur um møgulig álopsmál.

Sum skilst skuldu hann og felagar hansara søkja at millum klokkan fýra og fimm seinnapartin, tí tá er nógv fólk á undirgrundarstøðunum.

Tann 34 ára gamli maðurin kann fáa upp í 50 ára fongsul, verður hann funnin sekur í skuldsetingunum.