Faxe Kondi: VB kemur ikki norður at spæla avgerandi bólkadyst

Eingin avgerandi dystur millum Neistan og VB verur leiktur í kvøld

Fýra spælarar hjá VB hava fingið koronu, og tað er ein stór skerjing hjá einum smølum hópi.

 

Eftir ætlan skuldu Neistin og VB spæla ein sera avgerandi dyst í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini í kvøld klokkan 18.30.

 

Kyndil hevur vunnið bólkin við seks stigum. Neistin og VB hava tvey stig hvør. EB er aftast við ongum stigi.

 

- VB kemur ikki norður í kvøld. Fýra leikarar hava korona, tveir málverjar og tveir útileikarar, staðfestir veteranurin, Gurið K. Augustinussen.

 

Ein annar leikari hjá VB, Bára K. Mortensen skrivaði á "Hondbóltstjaki" á Facebook, at VB hevur bara 10 spælarar, og tí eru bara seks spælarar tøkir hjá VB.

 

Enn er ikki staðfest um Neistin vinnur 10-0 uttan dyst, ella um dysturin verur leiktur seinni.