Ein dystur er í kvøld leiktur í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum.
Talan var um fyrru hálvfinaluna millum KÍF og H71, ið var leiktur í høllini í Kollafirði.
Tað eydnaðist hoyvíkingum at vinna sær ein lítlan fyrimun til returdystin. H71 vann dystin 23-21. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10.
Tá tveir og ein hálvur minuttur vóru eftir at leika var støðan javnleikur 21-21. Tað eydnaðist seinastu løtuna stórskjúttanum, Brian Slyne at skjóta tvey mál, og harvið eigur H71 ein lítlan fyrimun undan returdystinum, ið verður leiktur í Hoyvík leygarkvøldið klokkan 19.
Mikkel Vinther, Emil Nielsen og Tórur Joensen vóru við fýra málum hvør toppskjúttar hjá KÍF.
Brian Slyne skoraði heili 12 mál, meir enn helvtina av málunum hjá H71.
##med2##