Faxe Kondi: Rói og Rói skutu H71 í steypafinaluna

H71 er í steypafinaluni hjá monnum fjórða árið á rað

Faxe Kondi steypafinalan hjá monnum verður millum KÍF og H71. 

Tað er greitt aftaná 32-27 sigurin hjá H71 á VÍF í seinnu hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini. Fyrra hálvfinalan í Vestmanna endaði við javnleiki 22-22, og tí gjørdist talan um samlaðan 54-49 hálvfinalusigur til H71. 

 

Tað kom dátt við hjá vestmenningum, at málverjin, Mladen Mjerimacka mátti av vøllinum við skaða. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14, men í seinna hálvleiki var H71 omaná.

 

Tað vóru tvær ferðir Rói sum gingu undan at søkkja vestmenningar. Rói Ellefsen á Skipagøtu við 11 málum, og í kvøld fekk ungi vongurin, Rói Seyer Hjaltason sítt gjøgnumbrot við sjey málum.

 

Tað gjørdi eisini mun hjá H71, at Peter Krogh aftur sást í verjuni hjá liðnum. 

 

Steypafinalan millum KÍF og H71 verður leikt komandi leygardag.

 

HER er dómaraseðilin frá dystinum: 

##med2##