Fyri júst einum ári síðani vunnu franskmenn evropameistaraheitið í stórum stíli. Einki av hinum liðunum kláraði at steðga teimum í teirra royndum at vinna EM, og tí blivu teir eisini skírdir sum helst størstu favorittarnir at vinna heimsmeistaraheitið í Týsklandi.
Hetta er heldur ikki so løgi. Við leikarum sum Narcisse, Guigou, Omeyer, Abalo, Fernandez, brøðrunum Gille og kanska besta hondbóltsleikara í heiminum í løtuni, Nikola Karabatic, var enn einaferð líkt til, at Frakland hevði møguleika at fara allan vegin í HM.
Byrjanin var tó ikki tann besta. Í fyrstu tveimum dystunum var annars eingin slingur í valsinum. Tá vann Frakland fyrst stórsigur á Ukreina, og síðani bukaðu teir Avstralia. Í síðsta innleiðandi dystinum møttu teir Íslandi, sum skudli vinna dystin fyri at koma víðari. Her fekk Frakland veruliga oyruni í maskinuna, tí Ísland vann við heili átta málum. Frakland var tó klárt til millumumfarið, har teir komu víðari uttan nakað stig.
Svingandi úrslit
Í millumumfarinum fekk Frakland enn einaferð eina flúgvandi byrjan. Í fyrstu dystinum vunnu teir tryggan sigur á Póllandi, áðrenn teir møttu Slovenia í øðrum dysti. Aftur her vann Frakland ein knúsandi 14 mála sigur, og júst sum øll hildu, at nú høvdu evropameistararnir fingið gongd á, so taptu teir. Í triðja dystinum ímóti vertunum úr Týsklandi fingu teir slett ikki gongd á spælið. Týskland førdi at kalla allan vegin, og so tapti Frakland aftur. Teir høvdu tó longu tryggjað sær víðari luttøku til fjórðingsfinalurnar undan seinasta dystinum í millumumfarinum, so tí bilti ikki so nógv við tapinum fyri vertunum. Í siðsta dystinum vann Frakland tepurt á Tunesia, og so skuldu teir møta Kroatia, sum var einasta ósigraða lið í kappingini, í fjórðingsfinaluni.
Omeyer er vaknaður
Fjórðingsfinalan ímóti Kroatia gjørdist ein sera tættur dystur, har málverjarnir gjørdust avgerandi. Her var Thierry Omeyer í franska málinum einki minni enn fantastiskur, og so vann Frakland dystin við trimum málum. Við sigrinum høvdu teir sligið ein av størstu favorittunum út úr HM-endaspælinum, og Thierry Omeyer, sum ikki hevur verið serliga yvirbevísandi í fyrstu dystunum, tykist hava funnið formin júst í røttu løtu.
Fær Frakland sítt spæl at koyra víðari í kappingini, so verður ilt at meta um, hvør klárar at steðga teimum. Týskland hevur gjørt tað fyrr í kappingini, men tá spældi Frakland ikki upp til sítt besta. Fáa Daniel Narcisse og Nikola Karabatic álopsspælið at rigga ímóti vertunum, so vera teir ringir at steðga.









