Ikki færri enn 31 mál fullu í teimum fimm dystunum í 1. deild hjá monnum, sum vóru um vikuskiftið. Fýra dystir vóru leygardagin og ein í gjár, og við so nógvum málum treyt undirhaldið í øllum førum ikki. Og skuldu málini verið býtt javnt, høvdu minst seks verið í hvørjum dysti. Kanska hetta boðar frá einari undirhaldandi kapping, hóast undirhaldið nokk man kennast størri, er tað í javnari dystum, at tey mongu málini koma.
Størsta málveitslan var á Argjum leygardagin, har niðurflytararnir í AB bara skuldi brúka 35 minuttir av fyrra hálvleiki til at skora heili sjey av sínum níggju málum! Teir næstbestu hjá 07 Vestur, sum eru komnir upp úr triðbestu deildini, komu á odda 1-0 longu í fimta minutti, men frá áttanda til triðsíðsta minutt fyri steðgin fekk AB mál sjey ferðir og var á odda 7-1 í steðginum. Liðini fingu tvey mál í part í seinna hálvleiki, so dysturin endaði 9-3 til AB, ið veruliga sær út til at vilja sleppa uppaftur í Vodafonedeildina sum skjótast.
TB var aftanfyri
TB spældi í gjár sín fyrsta heimadyst hetta kappingarárið, og nú Sevmýri er kolldømd til fótbólt, spæla tvøramenn sínar heimadystir í Hvalba. Her vóru gestirnir úr FC Hoyvík nógv grammari fyri steðgin og fingu tvey mál síðsta korterið fyri hálvleik. Tað sá einki út hjá TB, men tá tað so endiliga bragdaði 20 minuttir inn í seinna hálvleik, vendist ikki aftur og TB setti seg á tað heila. Kortini var framvegis 2-2, tá bara 20 minuttir vóru eftir, men so settu tvøramenn trumf á og fingu av álvara hol ígjøgnum, so teir vunnu 6-2. Størsti málslúkurin var Hanus Mortensen, sum skoraði sítt fyrsta hat-trick fyri TB ta gyltu løtuna, tá TB fekk fýra mál í níggju minuttir!
Hitt suðuroyarliðið, FC Suðuroy, hevði leygardagin teir næstbestu hjá NSÍ á vitjan, og har var grundin undir heimasigurin løgd í fyrra hálvleiki, tá FC Suðuroy fekk tvey mál, sum góvu støðuna 2-0 í hálvleikinum. Stutt inn í seinna hálvleik minkaði NSÍ um munin, so tað gjørdist spennandi tað nógva av seinna hálvleiki, men í næstsíðsta minutti fekk FC Suðuroy sítt triðja mál og kundu kanna sær sigurin.
Kristin hat-trick
Skála, sum aftur hevur vunnið sær pláss í næstbestu deildini, fekk einki forerandi frá næstbestu manningini hjá HB í Gundadali leygardagin. Eftir ein málleysan fyrra hálvleik setti HB ferðina upp eftir steðgin og skoraði fýra mál, meðan Skála einki fekk. Ein spælari, ið var eyðsýndur á heimaliðnum, var Kristin Restorff Mouritsen, sum eftir 10 minuttum megnaði at skorað ektað hat-trick frá 2-0 til 4-0. Liðið hjá Skála er spildurnýtt, og bara tríggir eru eftir av teimum, sum vóru við, tá skálamenn gjørdu um seg í fremstu røð.
Fimti dysturin í hesum fyrsta umfarinum í 1. deild hjá monnum var við Margáir, har næstbestu mansliðini hjá EB/Streymi og Víkingi møttust, og her gjørdist endin tann sami sum hjá bestu manningunum hjá somu feløgum, tí EB/Streymur vann. Heldur ikki her kom nakað mál í fyrra hálvleiki, men beinanvegin eftir steðgin fekk EB/Streymur hol á, og síðstu minuttirnar komu so tvey mál aftrat, ið tryggjaðu sundalagsmonnum sigurin.