Vindurin argaði nógv, tá ið tríggir teir fyrstu dystirnir í fyrsta umfarinum í EFFO deildini vóru á skránni í dag. AB var stóri vinnarin, tá ið tað eydnaðist argjamonnum at vinna 2-0 í torføra útidystinum í Sarpugerði.
Bæði málini vórðu skorað eftir deyðbóltsstøður. Jóan Símun Edmundsson setti hol á eftir frísparksinnlegg, og Hørður Mohr staðfesti sigurin eftir horna.
Lyklastøðan var longu í 1. hálvleiki, tá ið Víkinga miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus sá reyða kortið.
Líkindini vóru vánalig, og tey versnaðu støðugt. Víkingur arbeiddi nógv fyri at javna, men tað var AB, sum staðfesti sigurin, og sum harvið fekk dreyma byrjan upp á hetta kappingarárið.
Tvey onnur lið, sum hava verið roknað millum favorittarnar, eru EB/Streymur og HB. Úrslitið í innanhýsis uppgerðini við Margáir, har vindurin eisini argaði, var 1-1. Fróði Benjaminsen legði HB framum, og Leif Niclasen javnaði fyri EB/Streym.
Annar vinnarin í dag var B36, sum sendi uppflytararnar av Skála úr Gundadali við 2-0 tapi. Skálamaðurin á B36 liðnum, Hanus Thorleifsson, stútaði til 1-0 í 1. hálvleiki, og superveteranurin Klæmint Matras, sum í dag var miðverji, staðfesti sigurin eftir horna í 2. hálvleiki.
Í morgin eru tveir dystir á skránni: ÍF-KÍ og NSÍ-B68.
--
Favorittarnir á heimavøllinum í Sarpugerði fullu í dag. AB, sum var illa skaðaplágað í miðverjuni, er á veg suður aftur við 2-0 sigri.
Málskjúttar vóru Jóan Símun Edmundsson í 1. hálvleiki og Hørður Mohr í 2. hálvleiki.
Fyri gongdina var tað avgerandi, at Víkinga miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus varð vístur av vøllinum longu í 1. hálvleiki.
LIÐUGT
0-2
90) 0-2
4 minuttir lagdir aftrat.
Martin Midjord skiftur inn á AB liðið.
MÁL MÁL
87) 0-2: Hørður Mohr 87.
Eftir at Bárður Olsen legði horna innfyri, og eftir eitt sindur av aftur og fram, setti miðvallarin Hørður Mohr bóltin í málið, og harvið tykist sera sannlíkt, at tað verður AB, sum fer at vinna øll stigini.
85) 0-1
Heðin Hansen kemur inn í Víkinga álopið í staðin fyri Finn Justinussen.
Magnus Egilsson kemur inn í staðin fyri Jobin Drangastein hjá AB.
80) 0-1
Tað gongur illa hjá Víkingi at fáa Finn Justinussen at vera partur av samanspælinum.
Bárður Olsen hjá AB sær gult.
75) 0-1
Lættin hjá AB er tað, tá ið Jóan Símun Edmundsson fær tiltuskar sær fríspørk.
Bárður Hansen hjá Víkingi sær gult fyri at brúka seg.
Sorin Anghel hjá AB sær gult fyri at fella Hall Hansson.
Tað er ikki minni órógvandi, at vindurin nú melur av ymsum ættum.
70) 0-1
Vindurin darvar øgiliga nógv. Víkingur trýstir, og AB lúrir eftir møguleikunum at fara í mótálp.
Beinir Ellefsen gult kort fyri fríspark ímóti Sølva Vatnhamar.
65) 0-1
Víkingur er leikliga omaná. Eftir innlegg frá Súna Olsen endaði bólturin á tvørtrænum aftanfyri Hans Jørgensen í AB málinum.
60) 0-1
Karstin Højgaard er komin í AB álopið í staðin fyri Cristin í Garði.
AB hevur meiri hug at verja, hóast argjamenn eru fleiri á vøllinum og eru frammanfyri 1-0.
55) 0-1
Filip Djordjevic hjá Víkingi og Jobin Drangastein hjá AB hava sæð gult eftir nærdyst. Eitt sindur órudduligt.
Sølvi Vatnhamar kemur inn í staðin fyr Inga Sørensen.
50) 0-1
Tað gongur illa at fáa skipað samanspæl í lag.
Hallur Hansson hjá Víkingi sær gult fyri fríspark.
47) 0-1
Víkingur er undirmannaður, tí Hans Jørgen Djurhuus varð rikin av vølli í 1. hálvleiki.
Líkindini eru ikki góð i Sarpugerði, har Víkingur síðstu løtuna undan steðginum trýsti og hevði fleiri hornaspørk eftir lítlari løtu.
Hanus Jacobsen er komin inn á Víkinga liðið í staðin fyri Dánjal Paula Lervig.
HÁLVLEIKUR
0-1
35) 0-1
Víkingur roynir at fóta sær, hóast heimamenninir eru undirmannaðir. Súni Olsen er fluttur fram á miðvøllin, og teir hava bara tríggjar í verjuni.
30) 0-1
Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi hevur sæ ð rey ða korti ð fyri takling ímóti Hør ði Askham.
21) 0-1: Jóan Símun Edmundsson 21.
Eftir flatt frísparksinnlegg frá Jónasi Stenberg stýrdi Jóan Símun Edmundsson bóltin í málið.
15) 0-0
Víkingur hevur hug at leggja trýst á mótstøðuliðið.
10) 0-0
Eftir eitt tvey samanspæl við Finn Justinussen hevur Bárður Hansen roynt seg. Bólturin endaði á stólpanum og eftir horna var bólturin í AB málinum, men dómarin kolldømdi.
Víkingur-AB klokkan 16.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Súni Olsen, Dánjal Pauli Lervig – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Hans Jørgen Djurhuus, Ingi Sørensen, Erling Jacobsen - Filip Djordjevic, Finnur Justinussen
AB: Hans Jørgensen - Jónas Stenberg, Sørin N. Samuelsen, Sorin Anghel, Beinir Ellefsen – Jobin Drangastein, Bárður Olsen, Hørður Mohr – Jógvan Skeel Nolsøe, Jóan Símun Edmundsson, Cristian í Garði
----
LIÐUGT
1-1
90) 1-1
Páll Mohr Joensen kemur inn fyri René S. Joensen hjá HB.
Eftir frísparksinnlegg smekkar Gunnar Zachariasen til, men bólturin verður blokeraður til horna, og so spyrst einki burturúr.
85) 1-1
René S. Joensen hjá HB er skaðadarvaður. EB/Streymur hevur hug at trýsta, og tá ið Leif Niclasen roynir seg, fer bólturin upp um málið.
80) 1-1
Bárður J. Heinesen er komin inn í staðin fyri Kristin R. Mouritsen hjá HB.
Tað er sera tætt og spennandi.
70) 1-1: Leif Niclasen 70.
HB verður fangað í uppspælinum í høgru, og so ger Hans Pauli Samuelsen skjótt av, tá ið hann spælir Leif Niclasen leysan.
Kristin R. Mouritsen hjá HB hevur sæð gula kortið.
60) 0-1
Christian R. Mouritsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Bartal Wardum. Hann røkir vongverjan, og René S. Joensen er farin longri fram.
55) 0-1
Tað er nógv livligari, enn tað var í 1. hálvleiki, og møguleikar hava verið í báðum endum.
Líkindini hava hug at versna.
Pál Mohr Joensen hjá HB hevur sæð gula kortið.
50) 0-1
Høgni Madsen hjá EB/Streymi hevur sæð gult.
46) 0-1
Nú hevur HB fríska lotið undan.
HB roynir at leggja trýst á.
Hjá EB/Streymi hava Leif Niclasen og Gunnar Zachariasen skift upp pláss, so Leif nú er miðframherji.
HÁLVLEIKUR
0-1
Heimalïðið hevur mist luftina fram ímóti steðginum, og tað er sambært leikgongdina seinastu stóru løtuna, at HB er á odda.
Nú regnar við Margáir.
MÁL MÁL
0-1: Fróði Benjaminsen 40.
Eftir at HB í einar fýra minuttir hevur verið framvið, so eydnaðist tað nú eftir fyrsta væl spælda álopið at skora. Liðformaðurin Fróði Benjaminsen skoraði, eftir fína fríspæling frá Andrew av Fløtum, og eftir at René Tórgarð hevði hálvbjargað.
33) 0-0
HB hevur eftir lítlari løtu tiltuskað sær tvey horna, uttan at nakað spurdist burturúr.
30) 0-0
Nú hevur HB svarað aftur. Gestirnir hava havt vandamikið frísparksinnlegg, men René Tórgarð boksaði bóltin burtur.
Verjurnar í báðum endum eru órógvaðar av vindinum.
25) 0-0
EB/Streymur roynir at trýsta HB aftur á vøllin. Gestirnir hava stórar trupulleikar, ikki minst málverjin hevur ampa av vindinum.
20) 0-0
EB/Streymur hevur tiltuskað sær tvey hornaspørk, uttan at nakað er komið burturúr.
15) 0-0
Bæði liðini hava lagt varliga fyri. Higartil hevur hvørki liðið spælt seg til málmøguleika.
Lotið er frískari nú, og tað órógvar eitt sindur.EB/Streymur hevur lotið undan.
3) 0-0
Líkindini eru góð við Margáir, har landsliðsvenjarin Lars Olsen er staddur saman við hjálparvenjarnum Jóannesi Jakobsen.
EB/Streymur-HB kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Pól Jóhannus Justinussen – Gert Hansen, Høgni Madsen, Niels Pauli Danielsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen
HB: Teitur Matras Gestsson – René S. Joensen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen – Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouriisen
----
LIÐUGT
2-0
75) 2-0: Klæmint Matras
B36 er á sigurskós. Eftir horna í vinstru og tvørtur um, so legði Lukasz Cieslewicz flatt innfyri aftur. Superveteranurin Klæmint Matras, sum í dag er miðverji, smekkaði umvegis tvørtræi ð bóltin í málið.
Øgiligur fagnaður í B36 skýlinum.
HÁLVLEIKUR
1-0
B36 hevur havt takið á spælinum, meðan Skála hevur havt ilt við at fáa spælið at hanga saman og at mynda málmøguleikar.
MÁL MÁL
33) 1-0: Hanus Thorleifson 33.
Skálamaðurin í B36 hevur skorað ársins fyrsta mál - ímóti Skála.
Rói av Fløtum var óheppin, tá ið hann í sambandi við temjing gleið. Lukasz Cieslewicz legði innfyri, og Hanus Thorleifsson setti við høvdinum bóltin í málið.
15) 0-0
Gongdin er tann sama.
10) 0-0
B36 hevur bóltin mesta partin av tíðini. Skála er væl skipað í verjuni, og so verður dúvað upp á skjótar sendingar fram til Brian Jacobsen.
B36-Skála kl. 15.00
Dómari: Lars Múller
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Klæmint Matras, Hørður Askham, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Símun Joensen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal
Skála: Suni Ernstsson – Jákup Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen, Rói av Fløtum – Jákup Johansen, Ólavur Mikkelsen,Andras Frederiksberg, Pætur Dam Jacobsen, Edvin Jacobsen – Brian Jacobsen
------










