Favorittarnir greiddu sínar skyldur

Manchester United, Chelsea og Tottenham vunnu sínar heimadystir, men Fernando Torres hevur nú ikki skorað í tíggju dystir. Manchester United, uttan leikbannaða Wayne Rooney, vann í dag 2-0 á Old Trafford móti Fulham. Toppskorarin í Premier League, Dimitar Berbatov, legði heimaliðið á odda. Ivasamt er um Dimitar Berbatov var rangstaddur, men løtu seinni økti Valencia til 2-0. Hetta er sigur nummar tólv á rað á Old Trafford í Premier League hjá oddaliðnum. Teir eru nú tíggju stig frammanfyri Arsenal, sum tó hevur spælt tveir dystir færri.

 

Chelsea vann 1-0 á Stamford Bridge á Wigan. Málið skoraði Florent Malouda aftaná 67 minuttir. Fernando Torres spældi seinasta hálva tíman, men tað eydnaðist honum ikki at skora. Hann hevur ikki megnað at skora fyri Chelsea í góðar 650 minuttir.

 

Tottenham vann 3-2 á Stoke City á White Hart Lane. Skurkurin frá Champions League fjórðingsfinaluni móti Real Madrid, Peter Crouch, skoraði tvey mál. Triðja málið átti Luka Modric. Tottenham er nú trý stig frá fjórða plássinum, sum gevur atgongd til Champions League komandi ár.

 

West Bromwich Albion vann á útivølli móti Sunderland, sum er tað liðið, ið hevur staðið seg ringast seinastu seks dystirnar í Premier League. West Bromwich Albion liggur nú á tíggjunda plássi og bjargingarætlanin hjá felagnum, við at fáa Roy Hodgson inn, tykist at rigga væl.

 

Bolton vann greitt á West Ham, meðan Everton vann 3-0 á útivølli móti Wolverhampton. Blackburn og Birmingham spældu javnt.

 

Premier League úrslit:

 

Wolves ? Everton 0-3

Blackburn ? Birmingham 1-1

Bolton ? West Ham 3-0

Chelsea ? Wigan 1-0

Manchester United ? Fulham 2-0

Sunderland ? WBA 2-3

Tottenham ? Stoke 3-2