Favorittarnir bresta saman í Champions League

Tað verða tvey ordans brak í Champions League, tá kvartfinalurnar verða spældar 11., 12., 18. og 19. apríl.

 

Lutakastið hevur júst verið í Nyon í Sveis og endin varð, at stórfeløgini Juventus og Barcelona hittast, meðan Bayern München skal spæla móti Real Madrid. Hinar báðar kvartfinalurnar eru millum Atletico Madrid og Leicester og Borussia Dortmund og AS Monaco.

 

Juventus og Barcelona hittust í finaluni í 2015. Tá vann Barcelona 3-1. 

 

Bayern München og Real Madrid hittust í semifinaluni í 2014. Tá vann Real Madrid 1-0 og 4-0. Í semifinaluni í 2012 mátt brotssparkskapping til fyri at skilja liðini. Tað ferðina drógu týskarar longra stráðið.

 

Finalan verður spæld 3. juni í Wales.