Favoritt-drepararnir skulu royna seg í Klaksvík

B71 gjørdi tað óvæntaða, tá liðið vann heili 3-0 á FM-favorittunum úr HB hósdagin. Avrikið hjá B71 gav veruligt ekkó kring landið, og í dag skulu sandoyingar royna seg í enn einum truplum útidysti ? hesaferð í Klaksvík. Bæði KÍ og B71 hava vunnið ein dyst og tapt ein dyst higartil í kappingini í ár.

 

Í Havn skal HB royna at koma á føtur aftur í dysti ímóti GÍ. Tapið ímóti B71 var ein dyggur frammaná hjá meistarunum, og HB?arnir skulu veruliga vísa ein annan hugburð í dystinum ímóti GÍ í dag. Higartil hevur GÍ fingið eitt stig í tveimum dystum, so teir eru eisini svangir.

 

Hitt havnaliðið, B36, stóð eisini fyri skotum hósdagin, tá ið NSÍ vann 3-0 á teimum. Avrikið hjá árstalsfelagnum var vánaligt, og eisini teir skulu royna at reisa seg, tá teir í dag vitja hjá VB/Sumba, sum var fyri lemjandi 5-0 tapi í Klaksvík hósdagin.

 

NSÍ og EB/Streymur hava fult stigatal eftir tvey umfør, og tey bæði feløgini hava heimadystir í dag. NSÍ fær vitjan av Skála, sum einki stig hevur, og EB/Streymur skal spæla ímóti uppflytarunum úr AB.