Tað er ikki forboðið at matvøruhandlar lata ókeypis mat til vælgerandi endamálum. Tað staðfestur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
Herfyri loypti Heilsufrøðiliga Starvsstovan øði í fólk, tá ið tað kom fram, at hon noktaði fyri at handlar lótu vælgerandi felagsskapum útgingnan mat til at geva fólki, sum líða neyð.
Og nú vildi Bill Justinussen, tingmaður, hava at vita hvussu hetta ber til.
Poul Michelsen leggur dent á, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ikki noktað handlum at lata mat til vælgerandi endamál.
Men talan er um trygdina hjá fólki, og í hesum føri hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan givið tveimum handlum boð um, hvussu matur, sum verður latin til vælgerandi endamál, skal handfarast. Orsøkin var, at støðan var átaluverd, leggur hann afturat.
- Tað sigur seg sjálvt, at matur, sum er spiltur, eigur ikki at vera latin øðrum at eta, men hann skal burturbeinast. Tí má matur hagreiðast við skili, so at fólk ikki verða sjúk av tí, sigur hann.
Onnur tingfólk taka undir við honum og siga, at tað er sjálvsagt, at matur, sum verður latin øðrum, kann ikki hagreiðast soleiðis, at rottur sleppa framat honum, og øll vita, at matur, sum skal vera køldur, spillist rættiliga skjótt, verður hann tikin úr kuldanum.
Tingfólk hildu eisini, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan átti at ansa betri eftir, hvussu hon ber síni boð fram, tí tað er týðiligt, at hesi boðini frá stovninum komu heilt upp á tvørs í almenninginum.
Bill Justinussen heldur framvegis, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger ov nógv av, tí hann trýr einki upp á, at nakar letur spiltan mat til vælgerandi endamál.
- Tað er ongin vælgerð í at geva svongum børnum spiltan mat, sigur hann.