Fátæk børn í Føroyum fáa onga hjálp fyribils

Øll umboðini hjá samgonguni í trivnaðarnevndini, vilja ikki hækka barnaískoytið til tey børn í Føroyum, sum eru ringast fyri

Tað børn í Føroyum, sum eru ringast fyri, skulu ikki vænta sær nakra hjálp á hesum sinni.

 

Andstøðan hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at hækka barnaískoyti til tey børn í Føroyum, sum eru ringast fyri. Tað skal gerast eftir umsókn, sum Almannastovan skal viðgera og tilsamans fer tað at kosta 9,2 milliónir.

 

Málið er sprottið úr átakinum, Meðan  vit bíða, hjá Miðlahúsinum, og har 400.000 krónur vórðu savnaðar inn til tey børn, sum eru ringast fyri.

 

Í einum kjakfundi í Miðlahúsinum varð víst á, at eitt átak, sum kundi setast í verk alt fyri eitt, er at hækka barnaískoytið, og tað legði andstøðan síðani fyri løgtingið.

 

Men nú er greitt, at øll umboðini hjá samgonguni í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, mæla løgtinginum frá at taka undir við hesum.

 

Í meirilutanum eru umboð fyri allar samgonguflokkarnar, Rósa Samuelsen, Hanus Samró, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Bill Justinussen, og sostatt er rættiliga ósannlíkt, at tað verður samtykt.

 

Tey siga, at soleiðis sum uppskotið er orðað, er tað trupult hjá Almannamálaráðnum at umsita og at gera eina kunngerð, sum vísir til fátækramarkið.

 

Tey ásanna, at tey kundu kanska gjørt eitt broytingaruppskot, men tey halda, at tað má gjøgnumarbeiðast soleiðis, at tað kemur at fevna um tey, sum hava mest tørv á hjálp.

 

- Flestu av teimum, sum fáa almannaveiting í dag, verða nevniliga ikki fevnd av hesum uppskoti, staðfesta tey.

 

Tey staðfesta eisini, at í samband við hjúnaskilnað ella bráðfeingis sjúka, ber til at fáa ávísa veiting frá Almannaverkinum.

 

Í staðin fyri at taka undir við hesum, mæla tey til at ein bólkur við umboðum úr øllum flokkum verður settur at gera eitt tilmæli um, hvussu tað ber til at veita teimum hjálp, ið eru í fíggjarligari trongstøðu. Her verður hugsað um tey, sum ikki eru partar av almennari skipan, ella sum kanska eru dottin niður ímillum ymiskar skipanir.

 

Í hesum sambandi er tað eisini neyðugt at hyggja at øðrum skipanum, eitt nú skattaskipanum, bústaðarstuðuli, rættinum at sleppa at arbeiða fulla tíð, stuðulinum og vegleiðing til útbúgving, og eftir rættinum hjá børnum til bæði foreldrini, siga tey í meirilutanum.

 

Løgtingið fer at atkvøða um málið seinni í kvøld, men tað er lítið sannlíkt, at tað verður samtykt.