FAST - nýtt handilskonsept

Í sambandi við at Statoil hevur skift navn til Eff¬o, er eitt spildurnýtt handilskonsept ment, ið verður kallað Fast. Í hesum sambandi er móttøku í nýggja Fast-handlinum í Skálabotni í dag, fríggjadagin 20. november

Effo skipar í dag fyri einum stórum tiltaki í Skálabotni í sambandi við at teir presentera nýggja handilskonseptið, ið hevur fingið navnið Fast.


Hans Waag, søluleiðari hjá Effo, sigur, at Fast er eitt serligt handilskonsept, sum teir hava ment, nú fyritøkan hevur skift samleika. Talan er um eitt konsept við neyvt útvaldum vørusegmenti, útbúnum starvsfólki og serligum denti á skjóta og góða tænastu. Við øktum virksemi og nýggjum krøvum frá brúkarunum, hava vit valt at býta virksemi í tvey – orku og handilsvørur. Fast er sostatt nýggja handilskonseptið, sum vit bjóða kundum okkara.


Kundin skal fáa eina góða uppliving í serligum umhvørvi, har tað er avslappað, ljóst og reint. Í hesum rúmligu handilshølum skulu fólk kunnu møtast og hava tað hugnaligt saman. Ætlan okkara við Fast er stór og krevjandi. Fyri at røkka hesum máli, hava vit gjørt greiðar mannagongdir til øll okkara starvsfólk á Fast.


Fast handilskonseptið er gjøgnumført í Gundadali og Skálabotni, har báðir handlarnir eru høvuðsumvældir við nýggja innbúgvinum. Hinir Fast-handlarnir eru í Klaksvík, Saltangará og Kollafirði, og verða teir umvældir seinni, sigur Hans Waag, sum leggur afturat, at handlarnir hava millum fimm sjey túsund vitjanir hvønn dag.


Í sambandi við at Fast stuðlar nýggju fløguútgávuni hjá Frændum, sum fæst til sølu fyri fyrstu ferð undir móttøkuni í Skálabotni, verða limir úr Frændum til staðar og fara at signera fløgur. Fløgan verður fyrstu tíðina bert at fáa í teimum fimm Fast handlunum. Í sambandi við móttøkuna sendir útvarpsstøðin Rás2 beinleiðis frá nýggju Fast-caféini í Skálabotni.