Fashion Week í New York er einki í mun til hetta

Føroyska merkið Soul Made við Beintu Poulsen er bjóðað til stórsligna mótasýning í Eifeltorninum í Paris 31. oktober

Føroyska klædnamerkið Soul Made við Beintu Poulsen er bjóðað til stórsligna mótasýning í Eifeltorninum í Paris 31. oktober.

 

Ein mótasýning sum fekk Fox News at siga at Fashion Week í New York er einki í mun til hetta.

 

Tað er modellin og modellstovu eigarin Jessica Minh Anh sum stendur aftanfyri tiltakið sum hevur verið hildið nakrar ferðir fyrr, og altíð á stórslignum merkisstøðum. Tiltakið hevur tildømis fyrr verið hildið á Tower Bridge í London, One World Trade Center í New York og í The Grand Canyon í Arizona.

 

Jessica Minh Anh fer eisini sjálv at sýna klæðir frá Soul Made fram á sýningini.

 

Beinta Poulsen sigur at hetta hevur nógv at siga fyri Soul Made, sum longu nú áðrenn sýningina hevur fingið meir uppmerksemi og fyrispurningar.

 

Beinta sigur seg eisini vóna at mótasýningin verður við til at lata hurðar upp uttanlanda, og at luttøkan í øllum førum er eitt stórt herðaklapp til fyritøkuna.