Fas
27 lond, sum eru limir í “Port State” felagskapinum Paris MOU hava gjørt eina avtalu - The New Inspection Regime Project. Avtalan merkir, at skip, sum eru á hvíta lista, verða bert sýnað av Port State hvørjar 24-36 mánaðir. Hinvegin verða skip á svarta ella gráa lista sýnað minst sætta hvønn mánaða. Føroyska flaggið er í løtuni á gráa lista hjá Paris MOU, og tí koma øll FAS-skip beinanvegin at merkja eitt munandi strangari eftirlit í minsta lagi hálva hvørt ár.
Tað sigur Skipaeftirlitið í tíðindaskrivi.
- Síðan føroyska Skipaeftirlitið byrjaði, hevur visjónin verið, at føroyska flaggið skal koma á hvíta lista hjá Paris MOU. Gongdin hevur sum heild verið rætta vegin, men tó ikki nøktandi, sigur eftirlitið.
Lagt verður aftrat, at eftir 2011 fevnir Paris MOU-avtalan eisini um havnabann frá øllum havnum í tilsamans 27 londum, herímillum øllum ES havnum, fyri skip á svarta ella gráa lista, ið hava verið afturhildin 3-4 ferðir í einum tíðarskeið á 36 mánaðir.
- Paris MOU sigur seg hava fingið politiskan stuðul frá ES og hinum samstarvslondinum at áseta havnabann í nationalu lóggávuna hjá teimum einstøku londunum.
Skipaeftirlitið vísir á, at við verandi gongd hjá føroyska flagginum er ikki óhugsandi, at skip, skrásett í FAS og sum hava verið afturhildin 3-4 ferðir seinastu 36 mánaðirnar, verða bannaði atgongd til ES-havnir frá 2011 at rokna.
Sosialurin fer at venda aftur til hetta málið í blaðnum í vikuni.