Farvæl Sevmýri

Jógvan Arge, útvarpsmaður
----

Nú søgdu teir so ofta í sjón­varpinum, at tað var við sorg­blídni, teir søgdu Sevmýri á Tvøroyri farvæl. Og tað skilji eg væl. Tað er eisini hugstoytt at staðfesta, at nú verða ikki fleiri rættiligir fótbóltsdystir spældir har.
Fótbóltssambandið hevur boðað Tvøroyrar Bóltfelag frá, at vøllurin á Sevmýri lýkur ikki treytirnar, sum settar verða til kappingarvøllir. Hetta hevur verið undir upp­sigling í fleiri ár, men kort­ini hava tvørámenn onki alterna­tiv fingið til vega – so teir eru vallarleysir.
Tað er nú ein syndarlig støða hjá aldursforsetanum í før­oyskum fótbólti. Før­oyska fótbóltsvøggan stóð á Sev­mýri. Har byrjaði sýslu­mans­sonurin Poul Effersøe at læra sínar bygdarmenn at spæla fótbólt soleiðis, sum hann hevði lært hann í Danmark – ivaleyst á Sorø og í Keypmannahavn.
Á Sevmýri spældu tvørá­menn sínámillum, og tað tók nógv ár, áðrenn teir høvdu nakran at spæla ímóti í øðrum oyggjum. Tvøramenn vóru við, tá fótbóltsdystur var heima á Sandi á hvítusunnu í 1904, og teir komu fyrstu ferð til Havnar at spæla í 1909.

Vunnu mong steyp
Teir vóru fremstir í leikum í mong Harrans ár. Vunnu eitt kent steyp fyri og annað eftir, bæði fyri fyrra heimsbardaga og millum heimsbardagarnar. Undir seinna heimsbardaga vunnu teir ein tann fyrsta føroyameistaraskapin. Í fjørutinum vunnu teir onkran aftrat og eisini í fimmti­árunum.
Í kappingini um Ísa­fjarð­ar­­súluna kappaðust teir á jøvnum føti við HB tey fyrstu mongu árini, og í sjeyti­árunum gjørdu teir bart í nøkur ár við tveimum fylgjandi meistaraskapum í 1976 og 1977. Tá nyttaði ein fótbólts­dystur einki, um TB ikki var við.
Og tær størstu uppliv­ing­arnar hesi árini vóru á sjálvari Sevmýri. Har vóru lív og glaðir dagar. Kvinna og maður úr allari Suðuroynni við síðulinjuna, og mangar góðar glósur fuku millum bóltarnar – bæði á vøllinum og uttanfyri. Aftaná stóð Klubbin opin fyri hugaðum gestum. Har var ikki minsta reypið.

Appelsin í turbanina
Nakað seint í áttatiárunum datt eitt FM aftrat sum ein appelsin í turbanina hjá TB. Fleiri lið høvdu møguleikan at vinna. TB helst tann minsta. Men hini úrslitini lagaðu seg soleiðis, at TB lá ovast, tá avtornaði hendan seinnapartin.
Ongin hevði droymt um hetta, so steyp var einki á Sevmýri. Men eina góða løtu eftir, at dystirnir vóru lidnir, og teir bilsnu tvøramenninir so smátt høvdu fingið mál­ið fyri seg aftur, dagaði tyrl­an hjá Atlantsflogi und­an á fjørðinum og setti seg á Sevmýri við FSFar­um, steypinum og heiðurs­merkj­unum.
Mervin Dimon var ein av hetjunum í TB gjøgnum tíðirnar. Spældi høgri vongur í nógv ár, bæði á 1. liði og á landsliðnum. Hann stóð uppi undir TB-húsinum hendan dagin, og eg lokkaði hann at siga nøkur orð í útvarpinum, meðan bíðað varð eftir ceremoniini. Sjálvt hann var kløkkur av hesum óvæntaða heiðrinum til hjartabarn hansara, men sjálvsagt var hann uppiborin.

Vøllur í Trongisvági
Hetta var kanska tann sein­asta veruliga stóra fagn­aðar­løtan á Sevmýri. Annars eru minnini mong hjá mongum – og teimum kann FSF so ikki seta bann fyri.
Fyrsti fótbóltsdystur, eg varpaði út, var júst á Sevmýri. Hetta var jóansøkudag 1965, og dysturin var millum TB og B36. Havi gloymt úrslitið, men veðrið var onki serligt. Regnaði rættiliga illa beint í andlitið, so eg kendi meg ikki av tí besta, men missiónin varð fullførd.
Síðani hava mangar góðar og spennandi løtur verið á Sevmýri. Tí er tað sárt at stað­festa, at ongar slíkar koma aftur.
Men spurningurin um nýggjan fótboltsvøll á Tvør­oyri er gamal. Eg minnist, at Mervin og teir longu í sekstiárunum arbeiddu fyri at gera nýggjan fótbóltsvøll inni í Trongisvági – ásann­andi, at Sevmýri var eingin varandi loysn.
Tað fanst ein mynd, sum fór um alt ríkið, har Mervin stóð sum ein annar Napoleon og peikaði, hvar vøllurin skuldi verða.
Kanska kemur gongd á loysn­ina nú!