– Mær dámdi væl á flogvøllinum, og nú møguleikin var, valdi eg at søkja. Eg eri ógvuliga glaður fyri at vera aftur her, sigur Regin I Jakobsen.
Nýggi stjórin er komin aftur á eitt arbeiðspláss, sum hann kennir sera væl. Frá 2008 til 2013 var hann fíggjarleiðari í Vága Floghavn, og hann var við til at leggja lunnar undir táverandi útbyggingina av flogvøllinum. Men brádliga gavst Regin I. Jakobsen í starvinum.
– Tað var ikki við mínum besta vilja, at eg fór tá, og eg ætlaði ikki at fara. Men táverandi stjórin og nevndin tóku avgerð um tað, sigur hann.
Hansara leiklutur sampakkaði ikki heilt við ætlanirnar hjá Jákup Sverra Kass, táverandi floghavnsstjóra, so hann gjørdi eina fráfaringaravtalu í september 2013.
– Mær dámdi sera væl mítt starv, og eg hevði ongar ætlanir havt um at fara júst tá. Men soleiðis bleiv tað, sigur Regin I. Jakobsen.
Lesið alla samrøðuna við Regin I. Jakobsen í vikuskiftissosialinum, sum er at f
a til keyps í sølubúðum kring landið.