Farri av kolvetni ? framvegis vónir!


 

Tað skerst ikki burtur, at føroyingar hava verið rættiliga bjartskygdir, tá talað hevur verið um vánirnar fyri at finna olju ella gass í føroysku undirgrundini. Tað verið seg leikfólk og politikkarar, hóast oljufólk alla tíðina hava ávarað ímóti ov stórum bjartskygni.


Tí kendist tað sum um nógvir føroyingar vóru rættiliga harmir, tá tað í vikuskiftinum frættist, og endaliga staðfest mánadagin, at Sovereign Explorer var ikki komin fram á størri oljunøgdir í tí fyrsta holinum, sum er borað fyri Statoil-bólkin. Talan er kortini um ein farra av kolvetni.


Tað er hóast alt ikki so lítið, tí tað er prógv um, at á staðnum eru, ella hava verið virknar kolvetnisskipanir. Harafturat eiga vit at hava orðini hjá Terja Hagevang, jarðfrøðingi, í huga. Hann segði við Sosialin týsdagin, at tað, at olja ikki var funnin, gav eina betri vitan, og sigur nakað um tey øki, sum ikki eru borað.


Tí vita vit enn einki endaligt, um føroyska undirgrundin ber í sær tað, sum onkuntíð verður nevnt »svarta gullið«, fyrr enn øll økini eru royndarborað. Vanliga verður sagt, at áttinda hvør royndarboring rakar við olju, og vit skulu minnast til, at tær fyrstu boringar á Fylla-bankanum høvdu ongan farra av kolvetni.


Hóast ávaringar eru ikki so fáar íløgur gjørdar í vónini um, at olja er í føroysku undirgrundini, og ein partur av fullveldispolitikkin byggir eisini á vónina um, at væntandi fara oljuinntøkur at koma. T.d. hevur nógv verið talað um, at í búskapargrunnin skulu eisini væntaðar oljuinntøkur.


Eitt er at arbeiða við møguleikum. Við øllum fyrivarnum. Men tá politikkarar í ramasta álvara í vár fóru at tosa um, hvussu oljuinntøkurnar skuldu koma fólkinum til góða, í skattalætta ella sum ein oljukekkur, fyrigyklaðu teir fólkið nakað, sum eingin vissa er fyri.


Framferðin hjá hesum politikkarum var ikki sørt óbúgvin. Afturímóti tykist vinnulívið at hava verið meiri framskygt. Fleiri fyritøkur hava brynjað seg at taka ímóti avbjóðingum innan oljuvinnu, men tær flestu hava lagt so til rættis, at tær kunnu bjóða seg fram innan oljuvinnu í øðrum londum, og hava tí ikki gjørt nakrar íløgur til onga nyttu, um eingin oljuvinna verður í føroyskum øki.