FaroeShip: - Eitt kanning má siga hvat hendi

- Ein kanning má koma fram til, hvat tað var, sum hendi, sigur stjórin í Faroe Ship

Í nátt rendi farmaskipið Perseus á land á grótkastið við nýggju havnarútbyggingina í Havn. Tað var um 23.00 tíðina, at skipið rendi á, og um klokkan 01 fekk Brimil skipið leyst aftur. Bogi Nielsen, stjóri í Faroe Ship sigur í morgun, at at síggja til hevur skipið ikki tikið nakran skaða. Men kanningar eru í gongd í løtuni, og ikki fyrr enn tær eru lidnar, ber til at siga nakað endaligt um støðuna.

 

Stjórin veit ikki at siga, hví farmaskipið ávegis inn á Havnina vendi við aftur og har rendi upp á grótkastið. Hann sigur, at helst var tað orsaka av vindi, men tað má ein nærri kanning siga meira um.

 

- Enn er tað mesta bara gitingar, tí kanningararbeiði má koma fram til, hvat er hent, sigur Bogi Nielsen.

 

Á sosialu miðlunum hava summi fólk fýlst á, at uppmerkingin við havnarútbyggingina ikki er í lagi, og at tað skal vera orsøkin til hetta óhappið. Men stjórin sigur seg einki kenna til vánaliga uppmerking.

 

Sí eisini videoupptøkur frá hendingini við at trýsta her

 

- Eg eri ikki serfrøðingur á hesum økinum, men eg veit har eru boyðir og annað har úti. Um tað er nóg mikið ella tað átti at verið betri uppmerkt, tað veit eg ikki. Eg veit bara, at har eru uppmerkingar, sigur stjórin og vísir til, at alt hetta má kannast.

 

 

Fruktin kemur í handlarnar

Umborð á Perseus í gjárkvøldið vóru millum annað matvørur so sum frukt og grønt, sum vanliga verða bornar út í handlarnar mánamorgnar. Og stjórin í Faroe Skip lovar, at matvørurnar finna vegin fram í dag hóast alt.

 

- Okkara fólk vóru klár beinan vegin, so at vørurnar koma út. Kanska onkur smávegis seinking er, men eg vænti ikki okkara kundar koma at merkja hetta nakað serligt, sigur Bogi Nielsen.

 

Hann sigur seg fyrst og fremst fegnast um, at eingin fólkaskaði var, og víðari at eingin umhvørvisskaði stóðst av hendingini, sum man kundi stúrt fyri fór at henda. Og til síðst er hann fegin um, at kundarnir ikki fara at merkja stórar seinkingar orsaka av óhappinum.