Mánadagin hevði nýggja føroyska flogfelagið FaroeJet tíðindafund, har kunngjørt var fyri prísum og viðurskiftunum hjá flogfelagnum. Sama dag vóru lýsingar í bløðunum, har felagið hevur einvegis prísir fyri 500 og 695 krónur pluss avgjøld, sum var skrivað við lítlari skrivt longri niðri á síðuni. Rætti prísurin verður tá fyri 695 krónur ferðaseðillin - 1.085 millum Vágar og Keypmannahavn og 925 millum Keypmannahavn og Vágar. Tað vil siga 2.010 krónur tilsamans fyri ein ferð aftur og fram til Keypmannahavnar.
Hetta heldur Kappingarráðið er at villleiða kundan.
Kundin er áhugaður í endaprísinum, tey eru ikki áhugað at vita, hvussu prísurin er samansettur, sigur Terje Sigurðsson á Kappingarráðnum.
Hann váttar, at Kappingarráðið hevur sett seg í samband við FaroeJet, tí at teir ikki meina, at príssetingin hjá teimum fylgir teimum reglugerðum, sum eru um prísmerking.
Í reglunum um prísmerking stendur millum annað hetta: »Prísmerking skal vera týðulig, so at skilligt er, til hvørja vøru prísmerkingin vísir. Tað skal vera lætt at síggja prís á vøru og tænastu á sølustaðnum. Eru fleiri enn ein prísmerking á einari vøru, skal tað vera sjónskt hvønn prís, ið brúkarin skal gjalda. Tann uppgivni søluprísurin skal vera endaligur og meirvirðisgjald íroknað. Um aðrar útreiðslur leggjast afturat søluprísinum, skal tað tilskilast serliga.
Terje Sigurðsson meinar tó at tað er trupult hjá flogfeløgum at fylgja hesi reglugerð til punkt og prikka eftirsum at prísurin er ymiskur alt eftir hvørjum flogvølli ein flýgur frá.
Tí verður eisini viðhvørt tikið til undantakið, sum er í reglugerðini fyri prísseting.
- Vit hava havt samskifti við Atlantic Airways um hetta í fjør, tá teir gjørdu sama feil sum FaroeJet, og tí eru teirra lýsingar nú við rætta prísinum, sigur Terje Sigurðsson.
Atlantic Airways hevði ígjár lýsingar í bløðunum við Føðingardagstilboði - 1560 krónur aftur og fram við øllum. Hetta tilboð er 60 krónur bíligari enn tilboðið hjá FaroeJet, sum er 1000 ferðaseðlar fyri 500 krónur - men sum eftir røttum, tá alt er við er 1620 krónur.
Nú fara vit at upplýsa heildarprísin. Tað verður ein prísur úr Vágum til Keypmannahavn og ein annar úr Keypmannhavn til Vágar. Nógv meiri innviklað meina vit, sigur Jóhan E. Simonsen, stjóri á FaroeJet.
Orsøkin til, hví FaroeJet lýsti sum tey gjørdu í byrjanini var, at tað er hesin háttur, íð verður brúktur allastaðni uttanlands, siga tey á FaroeJet.










