Faroe5 á Jóansøkufestivalinum

Nú er greitt, at eisini Faroe5 fara á pall á Jóansøkufestivalinum um nakrar dagar Spennandi skráin hevur fingið enn eitt navn, og tað er gentubólkurin Faroe5, ið er komin afturat á plakatini hjá Jóansøkufestivalinum.

Faroe5 varð kosin besti nýggi bólkur á Planet Awards 2008. Faroe5 gav fløgu út 5. desember í fjør. Tríggir av sangunum hava higartil ligið nummar eitt á 15 Teimum Bestu í Kringvarpinum. Teir eru Bara 1 Spæl, Tell Me Now og Eina Langa Nátt.

Faroe5 er avgjørt ein bólkur, sum føroyski ungdómurin hevur tikið til sín, og um nakrar dagar eru tær í Faroe5 á palli á Jóansøku.

Í Faroe5 eru Asta Højgaard, Jónva Ellingsgaard, Ragnhild Dam, Vígdis Fjallstein og Lillian Dalsgaard.

Fyrireikingarnar til Jóansøkufestivalin eru í hæddini, og til ber at vitja www.joansokufestivalurin.fo