Faroe Ship byggir tvey nýggj skip

Eins og Selfoss á myndini verða tey helst skrásett í FAS

Um alt gongur eftir ætlan, fer Faroe Ship at víðka um flotan við tveimum nýbygdum skipum.

 

Broytingar í partafelagsskránni vísa, at Faroe Ship hevur stovnað tvey nýggj smápartafeløg, Liner A og Liner B, og keldur, sum Miðlahúsið hevur verið í samband við váttað, at talan er um tvey nýggj skip, sum skipafelagið ætlar at byggja.

 

Tað er ikki so langt síðani, at Faroe Ship víðkaði um flotan seinast. Í mai kom nýggja skipið, Selfoss, fyrstu ferð á Havnina.

 

Eins og Selfoss er ætlanin, at hesi bæði nýggju skipini hjá Faroe Ship skulu sigla við farmi til Føroya.

 

Selfoss er eisini sermerkt á tann hátt, at tað er fyrsta skipið hjá Faroe Ship, sum er skrásett í Føroyum, men sum Miðlahúsið skilir er eisini ætlanin at skráseta hesi bæði nýggju skipini í føroysku altjóða skipaskránni, FAS.