Í framtíðini verður alt virksemið hjá Faroe Seafood í Suðuroy savnað í Vági. -Í løtuni hava vit einki alternativ til virkið á Tvøroyri, og tí verður virkið stongt, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood, við Útvarpið.
Ístaðin fyri savnar felagið alt sítt virksemið í Suðuroy í Vági, og skal virkið har serliga taka ímóti upsa og øðrum botnfiski.
Enn dugir stjórin á Faroe Seafood ikki at siga nakað um, hvussu nógv arbeiðspláss sum frálíður vera á virkinum í Vági.