Faroe Pride, sum LGBT Føroyar skipar fyri, er fyri øll, og tað hava nógv funnið útav. Fyri einum ári síðani gingu eini 5000 fólk í skrúðgongu úr Gundadali oman á vegin við Eystaru bryggju, har skipað varð fyri røðum og konsertum. Árliga Faroe Pride er í dag, 27. juli. Upphiting verður í Gundadali klokkan fýra, og so verður gingið eftir Hoydalsvegnum oman í býin.
Á pallinum við Kongabrúnna kunnu fólk líða á Grandma's Basement, Riu Tórgarð, Sakaris, Jens Marna, Vágaverk, Teit Lassen, Marius Ziska, Hjørdis Johansen og Nalju-Kára & Allstars.
Mynd: LGBT Føroyar