Faroe Petroleum skal bora tveir brunnar afturat í Noregi

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið nú er farið undir annað stigið í leitiverkætlanini á tveimum norskum loyvum, og hevur bundið seg til at bora tveir brunnar afturat.

Talan er um T-Rex, harav Faroe Petroleum eigur 30 prosent, og Butch, harav felagið eigur 15 prosent.

T-Rex brunnurin er ein metingarbrunnur, sum fer at kanna eitt fund í Norska Havinum. Í sambandi við avgerðina at fara undir at bora, hevur Mærsk Oil Norway yvirtikið 70 prosent av loyvinum. Faroe Petroleum eigur hini 30 prosentini.

Butch brunnurin verður boraður á einum spennandi leitimiði á einum øki, sum líkist fleiri fundum í Norðsjónum, og sum liggur 15 km eystanfyri Ula og Gyda oljukeldurnar. Felagið hevur áður kunngjørt, at 15 prosent av loyvinum varð selt til Spring Energy, sum afturfyri rindar part av borikostnaðin hjá Faroe Petroleum. Felagið varðveitir 15 prosent av loyvinum. Hinir loyvishavararnir eru Centrica (40 prosent), ið eisini er fyristøðufelag, og Petro-Canada (30 prosent).

Við avgerðini at bora T-Rex og Butch brunnarnar hevur Faroe Petroleum økt boriverkætlanina hjá felagnum, so at hon nú fevnir um 9 brunnar. Av hesum eru fýra brunnar vestan fyri Hetland, ein í Føroyum og fýra í Noregi. 78 prosent av øllum leitikostnaðinum í Noregi verður goldin av landinum umvegis serskattaskipanina í Noregi fyri oljuleitingarfeløg. Innan stutta tíð fer felagið undir at bora teir báðar fyrstu brunnarnar í boriverkætlanini. Brunnarnir eru Glenlivet og Tornado, sum liggja vestanfyri Hetland.