Faroe Petroleum hevur funnið gass á East Breagh

Faroe Petroleum boðar frá, at boringin av einum leitibrunni á East Breagh í syðra partinum av Norðsjónum er liðug, og at úrslitið er sera lovandi Faroe Petroleum sigur, at rakt varð við gass, tá komið varð niður á 7.500 føtur, og hildið varð fram at bora niður á 8.000 føtur. Tvær gassberandi flágir vórðu funnar og kanningar vísa, at báðar gassflágirnar eru 72 føtur tilsamans, og góðskan í kelduni er sera góð.

Fyribils jarðfrøðiskanningar vísa eisini, at tann ovara gassflágin er møguliga tann sama, sum varð funnin á West Breagh í 2007 av somu feløgum.

Av tí at úrslitið av boringini er so gott, hava feløgini, sum luttaka í boringini, avgjørt at royndarframleiða eina avmarkða nøgd av gassið úr báðum gassflágunum fyri at fáa betri vitan um gasskelduna.

Tá liðugt er at kanna East Breagh, fara feløgini at bora ein vatnrættan metingarbrunn á West Breagh, fyri at kanna hendan partin av Breagh gasskelduni enn meiri.

Feløgini, sum luttaka í boringini, eru Faroe Petroleum (10%), Sterling Resources (45% og fyristøðufelag), Stratic (10%), Regernesys (15%), Encore (15%) og Petroventures (5%).

Faroe Petroleum hevur nú luttikið í tveimum boringum á Breagh økinum, sum báðar hava funnið gass. Brunnarnir hava givið týðandi vitan um møguleikan fyri burðardyggari framleiðslu, sum kann skapa týðandi virði fyri partaeigarar felagsins, sigur felagið í tíðindaskrivi í morgun.