Leitiumsóknir skulu latast myndugleikunum í Grønlandi í mai mánaði 2010.
Økið liggur norðan fyri Diskovíkina, har leitiloyvir vórðu latin í 2007 til oljufeløg so sum Cairn Energy, Chevron og Exxon. Økið, sum verður bjóðað út, er 151.358 km², og er býtt sundur í 14 blokkar. Seinastu árini er nógvur seismikkur skotin yvir økið. Níggju slíkar seismiskar kanningar eru tøkar, sum fevna um 21.257 km².
At Faroe Petroleum nú er góðkent sum fyristøðufelag, er partur av ætlanini um møguliga at søkja um leitiloyvi í Grønlandi. Treytirnar í sambandi við útbjóðingarumfarið eru líkar teimum, sum eru galdandi í Norðsjónum. Skattligu viðurskiftini fyri oljuframleiðslu líkjast viðurskiftunum í Bretlandi og Føroyum, og verða sum heild mett at vera jalig.
U.S. Geological Survey stovnurin metir, at vestur Grønland, sum Baffin Víkin er partur av, fjalir upp til 18 milliardir tunnur av olju í undirgrundini, og tað arktiska økið sum heild, ið Grønland er ein partur, verður mett at fjala ein fjórðing av heimsins kolvetnum, ið enn ikki eru funnin.
Grønland er ein nattúrligur partur av vakstrarøkinum hjá Faroe Petroleum, sum fokuserar uppá oljuleiting á nýggjum leiðum, so sum í Føroyum og Barentshavinum.