Faroe Petroleum borar nú Glenlivet brunnin

Faroe Petroleum fór leygardagin undir at bora á Glenlivet leitimiðinum, ið liggur vestan fyri Hetlandsoyggjarnar.

OLJUVINNA: Felagið fekk 10% av Glenlivet loyvinum í 2008 frá DONG E&P UK Ltd., sum afturfyri fekk 10% av Glenshee loyvinum.

Glenlivet er eitt stórt gass leitimið, sum liggur umleið 15 km frá komandi Laggan gassrørleiðingini, ið ætlanin er at leggja til Sullom Voe á Hetlandsoyggjunum. Leitimiðið líkist fleiri líknandi gass-fundum á økinum.

Verður gass funnið í rakstrarverdum nøgdum á Glenlivet leitimiðinum, kann tað gerast ein stórur partur av tí ætlaðu gassskipanini vestan fyri Hetland, sum tekur støðið í komandi Laggan útbyggingini. 

Fyristøðufelag á Glenlivet loyvinum er DONG E&P UK Ltd., sum eisini eigur 20% av Laggan. Tað verður boripallurin Transocean Rather, sum borar fyri samtakið. Boringin tekur væntandi 40 dagar.

Glenlivet er ein lovandi boring, ið kann fáa stóran týdning fyri økið vestan fyri Hetland. Boringin er ein av tveimum í boriætlanini hjá Faroe Petroleum á økinum í 2009. Hin brunnurin er á Tornado leitimiðinum, sum skal borast um fáar vikur. Nærri verður boðað frá hesum seinni.

Hesir báðar brunnarnir er partur av av eini boriverkætlan hjá Faroe Petroleum, sum verður gjøgnumførd teir komandi 24 mánaðarnar, har 9 brunnar skulu borast.