Faroe Pelagic fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina fyri uppisjóvarvirkið hjá P.P. Faroe Pelagic í Kollafirði

Uhvørvisstovan hevur endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina fyri uppisjóvarvirkið hjá P.P. Faroe Pelagic í Kollafirði.


Virkið hjá P.P. Faroe Pelagic tekur ímóti heilum uppsjóvarfiski (makreli, sild, svartkjafti, lodnu og gulllaksi) frá skipum við kølitangum og kølibingjum. Virkið kann taka ímóti 1.200 tonsum av ráfiski um samdøgrið.

Á virkinum verður fiskurin arbeiddur undan so hvørt, hann kemur í land, antin hann verður frystur heilur ella skorin til flak. Heilur fiskur ella flak verða pakkað og fryst í blokk.

Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á at fyribyrgja og avmarka dálking av havi og luft, og at fyribyrgja og avmarka heilsuskaðar og ampar av óljóði, royki, lukti og øðrum.

Detur er lagdur á, at virkið brúkar bestu tøku tøknina til framleiðslu og reinsing av útláti, og at virkið hevur innaneftirlit (umhvørvi) og mannagongdir til at fyribyrgja av óhappum.